Góðan morgun: … til okkum heim … 12. mars og dagurin verður kallaður Grækarismessa. Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta í seinastuni, so fortelur dagurin at várið er í hondum.
Góðan morgun: … til okkum heim … 12. mars og dagurin verður kallaður Grækarismessa. Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta í seinastuni, so fortelur dagurin at várið er í hondum.
Hóast veður og vind er tjaldrið altíð vælkomið. Tað boðar frá at nú er veturin um at vera av og várið kallar.
Veturin hevur verið langur, tungur og vátur. Nú verður vónað, sum vit altíð gera, at veðrið fer at batna. Eitt lítið rím gjørt til høvið:
Fiskimaðurin ynskir slættan sjógv at fáa,
so hann út á sjógvin kann vága.
Bóndin ynskir turt veður,
so ærin meira av sær gevur.
Havnamaðurin ein sólríkan dag,
tí so kunnu havnarfólk drekka kaffi,
niðri á Vágsbotni í góðum lag.
Tjaldrið bøkk og onki lakk,
til døgurða ein góðan maðk.
Føroyar sigur drypp,
tjaldrið sigur klipp.




