Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðargarðar, Toftavatn og Mykineshólmur

John William Joensen

Tað er sera jaligt at tað nú er púrasta “legalt” at tosa um umhvørvi í føroyskum politikki.

Í undanfarna valskeiði hevur Tjóðveldi av øllum alvi roynt at varpa ljós á umhvørviðmálini, bæði við uppskotinum um at taka undir við Kyoto avtaluni og við samtyktini um lívfrøðiligt margfeldni.

Tjóðargarðar í Føroyum.
Eitt av mínum hjartamálum hevur verið at skipa Tjóðargarðar í Føroyum. Uppskotið fekk sera jaliga viðgerð í tinginum, men náddi ikki at koma aftur úr nevndini áðrenn valið var útskriva. Á løgtingi vil eg framhaldandi arbeiða fyri at hetta mál verður samtykt.

Men eisini eru onnur týdningarmikli mál á umhvørvisøkinum, sum liggja á lánið.

Friða Toftavatn.
Í sambandið við útbyggingina kring Høganes á Toftum, er týdningarmikið at Toftavatn og øki kring vatnið, verður friða.

Hetta má gerast fyri í framtíðini at tryggja at útbyggingin ikki skalar tað náttúru perlu sum øki er. Eisini er Toftavatn eitt upplagt øki at skipa sum Tjóðargarð. Tað liggur sentralt, hevur eitt serstakt plantu og fuglalív og eg eitt sjáldsama vakurt umráði í Føroyum. Eisini eru onnur øki í Føroyum sum eru uppløgd mál sum Tjóðargarðar, eitt nú Hvannhagi í Suðuroy og øki kring Gróthúsvatn á Sandi.

Mykineshólmur sum “World Heritage”
Umhvørvið kann eisini vera við at seta Føroyar á heimskortið. Øki sum verðinsnátturufriðingarstovnurin IUCN og UNESCO, ST stovnurin fyri útbúgving, gransking og mentan, geva status sum “World Heritage” gerast altjóða ferðavinnu attraktiónir. Okkara mál innan umhvørvis varðveitslu eigur at vara at vit fáa eitt øki í Føroyum altjóða viðurkent sum “World Heritage”

Røddir hava verið frammi um at Mykineshólmur kundi fingið henda status, hetta er í øllum førum ein møguleiki sum eigur at arbeiðast víðari við.

X við E
Heidi P

Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi