Ófrættakendu og óhugnaligu hóttanirnar frá amerikanska Sea Shepherd um at senda fleiri víðgongd viðhaldsfólk til Føroyar við útgerð sum ætlanin er at brúka móti grindamonnum, má fáa myndugleikarnar at vaknað við og tveita hesar ECO-terroristarnar av landinum. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, boðaði í dag frá at flokkur hansara er til reiðar at stuðla landsstýrinum í at samtykkja neyðuga lóggávu sum kann tryggja at slíkir felagsskapir ikki sleppa inn til Føroya og við hóttandi atferð fáa føroyingar at kenna seg sum herðsett í egnum landi.

Amerikanska tjóðar løgreglan sigur at felagsskapir sum Sea Shepherd eru til reiðar at brúka øll vápn at náa sínum endamálum. Í frágreiðing til amerikansku kongressuna í 2002 segði ein av stjórunum í FBI at felagsskapir, sum Sea Shepherd hava eina langa søgu, sum vísir at teir ikki einans hótta við harðskapi, men at hesi í verki hava gjørt álvara av sínum hóttanum. T.d. kunnu vit nevna at fólk frá Sea Shepherd hava í fleiri førum søkt skip við spreingiknøttum, meðan hesi hava ligið við bryggju. Eisini eru fleiri Sea Shepherd fólk handtikin við spreingi knøttum sum vóru riggað til at gera atsøknir eitt nú í Íslandi, Norra, Kanda og New Zelandi. So seint sum í 2012 var Sea Shepherd í amerikansku rættarskipanini dømt fyri at reka sjórænara virksemið. Ungir aktivistar leiddir av leiðarum í felagsskapinum settu í strembanini at náða politiska málið sínum, mannalív í váða tá tey við vilja ásigldu japanskar veiðumenn, sum veiddu hval í suður atlantshavinum. Paul Watson og umboð fyri Sea Shepherd, sum í dag eru partur av fanatisku deildini av ungum amerikanarum sum skipað vaktarhald á hvørjari oyggj í Føroyum, vóru við í hesum vandamiklu álopum. Í minstalagið ein av leiðarunum sum er í Føroyum var eisini við skipinum Stev Irving tá tey rendu við fullari megi inn í síðuna á hvalaskipum, meðan hesi skip vóru á opnum havið og í tungum sjógvi. Amerikanski dómara paneli segði tá dómurin varð feldur at Sea Shepherd og limir tess høvdu eina totala vanvirðing fyri mannalívið og rættindum og ognum hjá øðrum. SÍ HER!
Vit eiga at stuðla áheitanini frá formanninum í Tjóðveldi um at syrgja fyri at hesi fólk ikki sleppa at skapa ótta og ótryggleika millum føroyingar. Sum Norðlýsið gjørdi vart við var tað ein feilur av myndugleikunum at loyva hesum inn víðgongda felagskapi og teirra fylgisneyt inn í landið – enntá við útgerð og bátum, sum skal brúkast til atsóknir móti føroyingum, sum á fult lógligan hátt røkja tað tilfeingið sum okkum er givið frá skaparanum.
Tað er ikki rætt at fólk sum eru gestir í landinum sleppa at skipað eitt herlið sum hevur vaktarhald á hvørji oyggj og við hóttanum um atgerðir loypa ótta á fólk.
Um landsstýrið og politivald ikki tekur sær um reiggj og far hesar hóttanir burtur úr samfelagnum er bara spurningur um tíð til einkult persónar taka sakina í egnar hendur og tá er vit á vandakós.
– Tað verður kravt ómetaliga nógv av tolsemi føroyinga í hesum døgum – og spurningurin er hvussu langt hetta tolið røkkur til alsamt vaksandi ágangin.