Hví stillar Tjóðveldi upp við pengum frá Fólkatinginum fyri at sleppa niður til Danmarkar á Fólkating, um danski statsministarin, sum er valdur av Fólkatinginum ikki kann koma til Føroyar og luttaka í demokratiska og fólkaræðisliga kjakinum í samband við fólkatingsvalið?? Nær hevur fólkatingsvalið verið eitt serføroyskt val bert fyri føroyingar?
Og hvussu ber tað til at Magni Arge, umboðandi Tjóðveldi á Fólkatingið kann ferðast heimin runt, og enntá skipaði fyri at Kattalonski statsleiðarin vitjaði í Danmark har hann tók lut í kjakfundi í fólkatinginum, tá sama Tjóðveldi nú vil nokta danska statsleiðaranum, sum er valdur av Fóltkatinginum, at koma til Føroya at luttaka í demokratiska kjakinum á sjálvum fólkatingsvalinum?
Harafturat havi Fólkatingsumboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum verið stuðlar og limir av reyða-blokkinum á Fólkatingi. So tað er væl eingin sum kann hava nakað ímóti at oddamaðurin fyri bláa og konservativa blokkin á Fólkatingið kemur til Føroyar fyri at fáa stuðul til bláa og konservativa blokkin?
Tað ber altso heldur ikki til at blása og hava mjøl í munninum, sjálvt um tú eitur Høgni Hoydal ella Magni Arge!!!




