Tjóðveldi kærir meirnýtsluna hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum fyri landsstýrismálanevndina
Landsstýrismálanevndin,
Att. Føroya løgting,
Tinghúsvegur 1.,
FO-100 Tórshavn,
Føroyar.
Við hesum skrivi fer undirritaði, fyri tingmanning Tjóðveldisins, at heita á Landsstýris-málanevndina, um at taka upp mál viðvíkjandi óheimilaðari nýtslu á grein 8 á fíggjarløgtingslógini í fjør og annars hesi seinastu árini.
Hetta er eitt mál, sum nú hevur verið so oftani uppi og vent í politisku skipanini, uttan at tey sum sita við ábyrgdini hava tikið nøkur stig yvirhøvur, at stundin er komin hagartil, at eftirlitsnevnd løgtingsins tekur málið upp til viðgerðar.
Í álitinum í løgtingsmáli no. 27/2008 skrivar ein samd fíggjarnevnd m.a.: “….nevndin er samd við landsstýrismanninum í fíggjarmálum (JE), sum undir 1. viðgerð staðfesti, at fleiri av umbønunum um eykajáttan ikki lúka treytirnar í stýrisskipanarlógini, har staðfest verður, at ongin útreiðsla kann haldast uttan játtan í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg……..”
Í sama áliti skrivar nevndin:”…….Fíggjarnevndin er samd um, at fíggjarliga meirnýtslan í mun til játtan ikki kann halda fram. Fyri at Løgtingið kann hava álit á landsstýrinum, er neyðugt, at tað fæst størri agi (disiplin) í umsitingina av teimum játtaðu upphæddunum, og tí eigur løgmaður at taka neyðug stig at steðga óskilinum.”
Í løgtingsmálið no. 14/2008 staðfestir fíggjarnevndin eisini, at landsstýrismaðurin í heilsumálum undirstrikaði undir fyrstu viðgerð, at eykajáttanin (28 mió. kr.) biðin var um, var tað sum skuldi til, fyri at sjúkrahúsverkið kom at halda seg innanfyri givnu játtanina hetta árið. Eftir at fíggjarárið 2008 er gjørt upp roknskaparliga, er veruleikin, at meirnýtslan gjørdist á leið 4 milliónir krónur, bara í hesum eina førinum.
Undir orðaskiftinum um uppskotið, um játtanarskipan landsins í dag, hevur verið róð fram undir omanfyrinevndu viðurskifti fleiri ferðir. Spurt hevur verið, hví núverandi fíggjarmálaráðharri Jóannes Eidesgaard ikki, sum løgmaður í ABC-samgonguni fyrru, hevur havt eftirlit við sínum landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum, og um hann hevur havt tað, hví hann tá ikki hevur handlað í mun til tey brot, sum hann sjálvur hevur rópt fyri brot á stýrisskipanarlógina av tingsins røðarapalli. Nú flutti hann bara fokus, og átalaði, sum hann segði, at onkur nú skuldi vera farin undir eina heksajakt eftir ávísum landsstýrismanni. Tekin um, at nú stendur partapolitiski brøðraskapurin, solidariteturin, omanfyri allar landsins lógir, eisini stýrisskipanarlógina.
Kaj Leo Johannessen reageraði ikki óvæntað, als ikki, táið spurningurin varð reistur.
Harvið staðfesta vit, at útinnandi valdið als ikki virðir samtyktir løgtingsins, og at samtyktar fíggjarlógir als ikki vera virdar meiri enn tað pappírið tær er skrivaðar á. Harumframt minnast vit landsstýrismannin í heilsumálum hava verið úti í fjølmiðlunum og ráðið stovnunum, sum hann hevði og hevur politisku ábyrgdina av, um at ignorera løgtingsins samtyktir um fíggjarligar játtanir í sínum gerandisdegi.
Úrslitið av hesi nonsjalentu støðu og útinnandi vanvirðingini fyri lóggevnadi valdinum kann staðfestast í niðanfyrinevndu tølum:
§8: Eykajáttan: Óheimilað nýtsla: Tilsamans:
2005 24,027 mió. kr. 18,085 mió. kr. 42,112 mió. kr.
2006 23,707 mió. kr. 23,150 mió. kr. 46,857 mió. kr.
2007 20,710 mió. kr. 66,333 mió. kr. 87,043 mió. kr.
2008 38,999 mió. kr. 63,499 mió. kr. 102,498 mió. kr.
Umframt eykajáttanir, sum løgtingið hevur samtykt, hevur landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm havt eina óheimilaða meirnýtslu á góðar 170 milliónir krónur hesi fýra árini meðan Jóannes Eidesgaard var Føroya løgmaður.
Hendan sannroyndin ávirkar tilsýnilátandi ikki útinnandi valdið á nakran hátt, lógir landsins eru teimum eftir øllum at døma fult og heilt óviðkomandi, tí kennir tingmanning Tjóðveldisins seg kallaða til at heita á eftirlitsorgan løgtingsins, um at taka hetta málið, um landsstýrisins óheimilaðu meirnýtslu í Almanna- og heilsumálaráðnum, hesi seinastu árini, upp til nágreiniliga viðgerð og støðutakan.
Á Føroya løgtingi, 19. mars 2009.




