Tað er óskiljandi, og ein grundleggjandi skeiv avgerð, at fíggjarmálaráðharrin knappliga hevur játtað, at føroyingar sjálvir skulu rinda fyri tann meirkostnað, ið uppruddingin av spreingievnunum á flogvøllinum hevur kostað.
Tíðindaskriv
Tað er óskiljandi, og ein grundleggjandi skeiv avgerð, at fíggjarmálaráðharrin knappliga hevur játtað, at føroyingar sjálvir skulu rinda fyri tann meirkostnað, ið uppruddingin av spreingievnunum á flogvøllinum hevur kostað.
Danska stjórnin hevði fulla ábyrgd av flogvøllinum, tá spreingievnið varð gravað niður, og áttu danskir myndugleikar sjálvandi ábyrgdina av at rudda hetta upp.
Føroyingar hava higartil goldið hvørja krónu av teimum forsømdu útbyggingunum á flogvøllinum í áratíggju, umvegis okkara egna grunn: Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Og nú verður gongdin enn margháttligari.
Talan er um eina eykarokning á heilar 28 mió. kr. Ein rokning, ið sjálvsagt átti verið rindað av donskum myndugleikum, men sum Jørgen Niclasen nú hevur játtað at rinda úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
Hetta merkir, at 28 mió. kr. eru minni í Íleggingargrunninum, og harvið eru 28 mió. kr. minni til aðrar útbyggingar í Føroyum. Ein fullkomiliga óskiljandi avgerð.
Tjóðveldi mælir tí til, at Jørgen Niclasen sum skjótast tekur avgerðina aftur, og í staðin:
1. Krevur at danskir myndugleikar rinda tær 28 mió. kr., ið uppruddingin av spreingievnunum hevur kostað.
2. Tekur stig til at fáa endaliga staðfest, at Íleggingargrunnurin er og verður undir føroyskum ræði. Grunnurin er upprunaliga eitt endurgjald fyri, at føroyingar ikki beinenvegin gjørdust partur av Marshall-hjálpini eftr seinna heimsbardaga. Og tað eru fyrst og fremst føroyingar og føroysk vinna, ið hava rindað og økt fæið í grunninum. Tað eisini landsstýrið, ið velir nevnd grunsins.
Stórt spurnartekin kann eisini setast við, um Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kann taka eina tílíka avgerð, ið viðvíkir Íleggingargrunninum og kostar føroyingum 28 mió. kr., uttan at viðgera málið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd fyrst.
Seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli, tí landsstýrið skal og má fyrst og fremst røkja áhugamál føroyingar – ikki donsk áhugamál.
12. apríl 2013
Tjóðveldi




