Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi og Framsókn leggja fram uppskot um Sendistovu Føroya í Grønlandi

John William Joensen

Flokkarnir eru samdir um, at rætt er at seta á stovn føroyska sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum.

TÍÐINDASKRIV

Flokkarnir eru samdir um, at rætt er at seta á stovn føroyska sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum.

Uppskot til samtyktar um hetta, verður tí lagt fram í Løgtinginum í vikuni.

Viðmerkingar til uppskotið:

Føroyingar og grønlendingar hava langa siðvenju fyri vinnuligum og mentanarligum samstarvi. Longu fyrst í seinastu øld fóru tey fyrstu føroysku skipini til fiskiskap i Grønlandi. Og frá 1927, tá fyrsta loyvið loksins varð givið til fyrstu Føroyingahavnina og fram í 80’ini, var útróður, fiskiskapur og fiskivinna í Grønlandi megintáttur á føroyska búskapinum.

Politisku viðurskiftini í londunum báðum forðaðu í stóran mun fyri javnbjóðis samstarvi millum grønlendingar og føroyingar, men kortini hevur ymiskt samstarv verið – og serliga hevur stórt tal av føroyingum starvast í Grønlandi eins og føroyskar fyritøkur hava havt og hava virksemi har.

Alt ov lítið hevur tó verið gjørt við politiska samstarvið millum londini bæði og við at lynna undir størri vinnuligt, mentanarligt og umsitingarligt samstarv, umframt samstarv innan útbúgving, gransking, heilsumál o.a.

Seinastu árini er Grønland vorðið snúningsásin í altjóða áhugamálum fyri vinnumøguleikum og gransking í Arktis. Fyri nøkrum árum síðani samtykti Útnorðurráðið at heita á stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi um at stovna sendistovur í londunum hvør hjá øðrum. Íslendingar eru komnir væl áleiðis at lata upp sendistovu í Grønlandi, men ongin fyrireiking hevur verið frá føroyskari síðu.

Føroyingar eiga sum skjótast at seta á stovn føroyska sendistovu í Nuuk, til tess at útbyggja sambondini, ikki minst tey týðandi vinnulig sambondini, við Grønland.

Hetta er eisini í tráð við ynski Løgtingsins og Norðurlandaráðsins, sum hava samtykt at: ”Nordiska rådet rekommanderer de nordiska ländernas regeringar att öka samarbetet de nordiska länderna emellan, både i form av lokaler som ansvarsområden, vad gäller konsulär och diplomatisk närvaro i andra stater och på andra kontinenter.”

(Fremst. 6/2009 om Nordiskt ambassadsamarbete, A 1448/presidiet. Løgtingið samtykti tilráðingina í 2010, løgtingsmál 87/2009).

Sendistova Føroya í Grønlandi kann við fyrimuni samskipast við sendistovuvirksemi hjá okkara grannalondum, eitt nú Íslandi, sum eftir ætlan letur sína sendistovu upp í heyst.

Sera stórur áhugi er fyri at útvinna ymisk ráevni í Grønlandi. Hetta skapar stórt virksemi, nógvar fyritøkur verða gróðursettar í Grønlandi og fleiri túsund arbeiðspláss væntast at vera skapt komandi árini. Eingin ivi er um, at her liggja stórir møguleikar hjá føroyskum vinnufyritøkum at bjóða sínar førleikar fram, og skapa samstarv við grønlendskar fyritøkur – eitt nú innan byggi-, arbeiðstakara-, ráðgevara, olju-, tryggingar-, útflytara-, matframleiðara, fíggingar- og ferðavinnu.

Nú landnyrðings- og útnyrðingssiglingsleiðirnar lata seg upp, verður vinnuliga heimskortið teknað av nýggjum, har Útnorður kemur í brennidepilin. Føroyar liggja ógvuliga sentralt í mun til vaksandi skipaferðsluna ígjøgnum Norðuratlantshav. Hetta merkir, at føroyskur uttanríkispolitikkur, og sendistovunetið hjá Føroyum, má skipast eftir hesum veruleika.

Føroyar hava í dag sendistovur í Reykjavík, London, Brússel og Keypmannahavn. Samstundis, sum landsstýrið hevur ætlanir um at lata sendistovuna í London aftur, hevur politiska skipanin í fleiri ár tosað um at lata upp fleiri sendistovur – eitt nú í Russlandi (Moskva) og í Kina (Beijing). At seta á stovn sendistovur í londum, sum vit ynskja at útbyggja okkara samstarv við, er sera skilagott. Hóast tað kostar nakað, so verður tað vunnið fleirfalt aftur, við útbygdum sambondum, politiskari vælvild, nýggjum vinnumøguleikum, bøttum útflutningsmøguleikum við meira.

Um virksemið hjá sendistovum Føroya, skrivar Løgmansskrivstovan: “Sambond verða skapt og røkt við myndugleikar, aðrar diplomatar, vinnulív, mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum. Persónligt samspæl er týdningarmikið. Hóast tøkniligu menningina, fara andlit til andlit sambond framhaldandi at vera kjarnin í diplomatiskum virksemi.

Ein vælskipað uttanríkistænasta og eitt vælskipað diplomatiskt lið við sendistovum er sjálvur kjarnin í samskiftinum millum lond og stovnar í altjóða høpi. “

Somuleiðis segði løgmaður í røðu síni á Norðurlandaráðsfundinum 2012, at semja er um, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman í Arktis og í Norðuratlantshavinum. Vit skulu sjálvandi vera við til at verja okkara rættindi í økinum kring okkum sjálvi. Tí skulu vit eisini luttaka í øllum viðkomandi samstarvi á økinum á jøvnum føti við grannar okkara.

Føroysk sendistova í Grønlandi kemur at fáa alstóran týdning sum hjálpandi hond at útbyggja samstarv landanna millum. Og, sendistovan fer eisini at hava sum uppgávu at skapa diplomatisk bond við øll hini londini, sum eru og eru umboðaði í Grønlandi. Tí kann sendistova Føroya í Nuuk, gerast miðdepil fyri vinnuligum og mentanarligum sambondum millum Føroyar og onnur lond, eitt nú úr Evropa, USA og Asiu, sum í løtuni styrkja sína støðu í Grønlandi.