ið hevur gjørt pensjónsnýskipanina til eina 15% flatskattahækkingPensjónsnýskipanin skuldi frá byrjan vera eitt felags átak millum allar flokkar á Løgtingi. Fortreytin fyri eini tryggari pensjónsskipan er breið undirtøka og álit í fólkinum og politisku skipanini.Tí átti samgongan at bjóðað inn til pensjónsnýskipanararbeiðið beinanvegin samgongan varð skipað Í 2011. Men so varð ikki.
ið hevur gjørtpensjónsnýskipanina til eina 15% flatskattahækking
Pensjónsnýskipanin skuldifrá byrjan vera eitt felags átak millum allar flokkar á Løgtingi.
Fortreytin fyri eini tryggari pensjónsskipan er breiðundirtøka og álit í fólkinum og politisku skipanini.
Tí átti samgongan at bjóðað inn tilpensjónsnýskipanararbeiðið beinanvegin samgongan varð skipað Í 2011. Men sovarð ikki.
Tvørturímóti hevur forskattingin av pensjónum máaðburtur fíggjarliga grundarlagið undan allari pensjónsnýskipanini
Hetta hendi bert 22 dagar eftir atsamgongan varð skipað, tá fíggjarliga grundarlagið – framtíðarpensjónsskattainntøkur – varð drigið undan pensjónsnýskipanini.
Talið av pensjónistum fer at hækka støðugt frameftir í mun til tey, sum eru áarbeiðsmarknaðinum. Við samgongunnar skilaleysu avgerð um forskatting til tessat fíggja skattalætta til hægstlønt , verður tað bert tey, sum eru áarbeiðsmarknaðinum, sum fara at gjalda til vælferðartænastur.
Tí verður ómetaligatrupult at finna fígging til økta tørvin á vælferðar- og eldratænastumframyvir. Mest sannlíkt er, at pensjónirnar antin verða skattaðar enn einaferðella fara høg brúkaragjøld á heilsu- og umsorganartænastur at verða løgd áeinstaka borgaran.
Pensjónsnýskipanin má viðgerast sum ein heild
Higartil hava andstøðuflokkarnir luttikið í pensjónsarbeiðinum í teirri vón atkunna ávirka og finna breiða semju um eina støðuga og framtíðartryggjaðapensjónsnýskipan.
Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikkigingið andstøðuflokkunum á møti yvirhøvur. Hinvegin hevur hann tvíhildið umeinans at viðgera tann partin av arbeiðinum, sum snýr seg um tvungna persónligauppsparing á 15 prosent frá hvørjum borgara.
Andstøðan heldur hinvegin, at alneyðugt er at viðgera allar tættir ínýskipanini í síni heild, og senda samlaða lógaruppskotið um pensjónsnýskipantil hoyringar.
Undir viðgerðini í arbeiðsbólkinum havaandstøðuflokkarnir uppí saman víst á, at ein pensjónsnýskipan fevnir umtríggjar súlur:
– fólkapensjónina
– Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
– persónligu uppsparingina
Tí bert um hesir partar verða viðgjørdir saman, ber til at taka støðu tilsamlaðu pensjónsnýskipanina og ymsu lógaruppskotini, ið eru tengd av henni.
Men sum sagt hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálumikki gingið ynskjunum frá andstøðuni á møti higartil.
Verður hildið áfram við hesum arbeiðshátti ípensjónsnýskipanararbeiðinum verður úrslitið, at samgongan millum Fólkaflokkin,Sambandsflokkin, Sjálvsstýrisflokkin og Miðflokkin seta eina pensjónsskipan íverk, sum breið politisk undirtøka ikki er fyri, og sum tí hvørki er støðugella framtíðartryggjað.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla Løgtinginum frá at samtykkja lógaruppskotið,ið nú er lagt fyri Løgtingið. Tí hetta vil bara skapa enn størri ótryggleika áføroyska pensjónsmarknaðinum, og eftir standa ein hópur av ósvaraðum ogóviðgjørdum spurningum.
Mælt verður í staðin til, sum skjótast at takaallar tættir í pensjónsnýskipanini – tvs. egin uppsparing, fólkapensjón ogSamhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin – til viðgerðar saman.
Tá semja er fingin um eina varandi og munagóðapensjónsnýskipan, ið allir flokkar á Løgtingi og partarnir á arbeiðsmarknaðinumtaka undir við, skulu øll tey lógaruppskot, sum saman mynda pensjónsnýskipaninatil hoyringar og síðani leggjast fyri Løgtingið.
Á henda hátt fæst ein varandi pensjónsskipan,ið kann tryggja øllum føroyingum eina góða pensjón og skapa tryggar karmar umframtíðar pensjónsøkið í Føroyum.
Á Løgtingi, 18. mars 2013
Vegna Tjóðveldi VegnaJavnaðarflokkin
Høgni Hoydal AkselV. Johannesen
Sirið Stenberg RigmorDam
Kristina Háfoss HenrikOld




