Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru ósamdir um, hvat Búskapargrunnurin skal brúkast til

Helgi Abrahamsen

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at áseta, hvussu stórur partur av avlopi landskassans skal í Búskapargrunn Føroya.

Orðaskiftið hevur sveimað víða, og nógv hevur verið tosað um, hvat pengarnir í grunninum skulu brúkast til.

Pauli T. Petersen, úr Tjóðveldi hevur gjørt púra greitt, at pengarnir skulu brúkast til at fíggja eina lækking av ríkisveitingini, men hesum eru umboð fyri Javnaðarflokkin als ikki samd í. Bæði Jónleif Johannesen og Helena Dam á Neystabø hava mint á, at loysing er ikki partur av grundarlagnum hjá sitandi samgongu.

“Jú”, sigur Pauli T. Petersen. “Tað stendur í samgonguskjalinum, at Búskapargrunnurin kann nýtast til at niðurlaga ríkisstuðulin. Hetta er aðalmálið hjá Tjóðveldi, og Búskapargrunnurin er eitt amboð, í hvussu so er hjá okkara flokki, at nærkast tí frælsu tjóðini,” sigur hann.

Jørgen Niclasen heldur ikki at nøkur orsøk er at klandrast um tann spurningin. Hann hevur nevniliga roknað út, at um 40. mió. krónur verða goldnar í Búskapargrunnin um árið, so tekur tað 3.300 ár, áðrenn Búskapargrunnurin kastar so nógv av sær, at inntøkurnar svara til ríkisveitingina.

Orðaskiftið í løgtinginum er í skrivandi stund ikki liðugt, og tað kann hoyrast her.