Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin viðurkenna at Kári P. Højgaard hevði heimild at skriva undir ?

John William Joensen

Politiskt hava oddafiskarnir í andstøðuflokkunum sagt seg ivast stórlig í hvørt Kári P. Højgaard hevði rætt til at undirskrivað nógv umtalað sáttmálan við útlendska felagið, sum ætlaði at byggja og fíggja Skálafjarðartunnin. Andstøðufólk saman við øðrum hava ført fram at heimildin í løgtingslóg var farin úr gyldi. Men tann 26. juli í ár leggja stóru andstøðuflokkarnir uppskot fyri løgtingið sum m.a. skal ógildað heimildina, sum somu flokkar alment hava sagt ikki hevur gildi longur?

Politiskt hava oddafiskarnir í andstøðuflokkunum sagt seg ivast stórlig í hvørt Kári P. Højgaard hevði rætt til at undirskrivað nógv umtalað sáttmálan við útlendska felagið sum ætlaði at byggja og fíggja Skálafjarðartunnin. Andstøðufólk saman við øðrum hava ført fram at heimildin í løgtingslóg var farin úr gyldi. Men tann 26. juli í ár leggja stóru andstøðuflokkarnir uppskot fyri løgtingið sum m.a. skal ógildað heimildina sum somu flokkar alment hava sagt ikki hevur gildi longur?

Á Løgtingi, 26. juli 2013

Bjørt Samuelsen    Aksel V. Johannesen 

løgtingskvinna      løgtingsmaður

Løgtingsmál nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy

…..Kapittul 9….. Gildiskoma

§ 18. Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer Løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við Løgtingslóg nr. 35 frá 6. mai 2011, úr gildi……

Og tað er júst nevnda løgtingslóg sum løgfrøðin í nú fyrrverandi Innlendismálaráðnum segði gav landsstýrismanninum heimild at skrivað undir, men sum fleiri hava sagt ikki hevur gildi longur – og sum teybaði Aksel og Bjørt tann 26. Juli – altso- vilja hava setta úr gildi?

Harleywoodpaint