Tað nýggjasta á heimasíðuni hjá Tjóðveldinum er ein sektión við Video brotum – har ung fólk siga hví tey velja Tjóðveldi – við beinleiðis tilvísing til umstríddu heimasíðuna YouTube
Hetta við at brúka video á heimasíðum vindur uppá seg og hevur Fólkaflokkurin í eina tíð eisini havt hetta á heimasíðu sínari.
Men tað sum ein serliga bítur merki í er at videobrotini á heimasíðuni hjá Tjóðveldinum vísa til amerikansku heimasíðuna Youtube.
Youtobe
er ein sera populer heimasíða og verður nógv vitjað – men hon er eisini umstrídd og er mest kend fyri nógvu videobrotini sum brúkarar fritt leggja út og paparatsi upptøkur við t.d. loyniligum sex-myndum av kendum og umstríddum persónum.
M.a. er hon í løtuni bannað í Brazilien eftir at kenda modellin frá MTV Danila Cicarelli (fyrrverandi dáman hjá Ronaldo) saksøkti Youtube fyri at vísa eina video har hon og drongur hennara hava kynsligt samband á eini spanskari strond.
Brazilski rætturin hevur avgjørt at blokera Youtube fyri brasilienskum brúkarum til allar myndirnar eru burtur.
Youtube nógv brúkt av spammarum
Av tí at flestu spamfyltur og virus programmir í dag eru sera effektiv hava spammarar vent sær til YouTube – sum er ein gyltur møguleiki at reklamera.
Tey bestu videobrotini á Youtube hava leinkir og viðmerkingar sum vísa til heilt aðrar síður. Eisini kunnu fólk sum hyggja eftir video hjá Youtube fáa ein spam-teldupost í innboxina.
Umframt Brasilien hevur Iran, Morocco, Thailand, Turkíið og Saudi Arabia bannað YouTube av ”moralskum” orðsøkum.
Kelda: Wikipedia




