Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi, verið nú vakið

John William Joensen

Takið nú støðu runt Føroya land frá øllum feløgum, og stuðli Zakariasi Vang.

Takið nú støðu runt Føroya land frá øllum feløgum, og stuðli Zakariasi Vang.

Tá er møguleiki fyri at hann verður valdur, og verður hann valdur, hava vit eina tjóðskapar rødd, sum talar Føroya søk, og sum kann bera okkum fram á leið, og kann vísa á faktar, sum eru ímillum londini í sokallaða ríkisfelagsskapinum.

Nøkur orð um Riddarakrossar,

Nú kemur tíðin at krossar skulu útbýtast, og kann tað verða betri fyri drottningina, enn tað júst fellir saman við løgtings og fólkatings valinum, hetta er tað allarbesta fyri donsku stjórnina, og at krossarnir fella rætt, og at fella rætt, er at teir fella á fólkafloksumboð bæði á løgtings og ikki minst á teirra landsstýrisfólk og at hesi bera teir til tey verða støv aftur, og krossarnir verða sendir aftur har teir komu frá, onkur uttanfyri løgtingið av teirra fólkafloksumboðum kundi eisini fingið ein, hetta hevði enn betur fingið tey at tagt um alt, sum hevur við sjálvbjargni at gerða.

Hevði tað latið seg gjørt, vildu teir fegin hongt ein kross á Karstin Hansen, men tað trúgvi eg ikki letur seg gerða, tjóðskaparhugsjónin hjá Karstin Hansen er ikki at vika, hann er settur til landsstýrismann í heilsumálum og arbeiðir hann av øllum álvi fyri sínum máli, Føroyar framá, har afturímóti hevði tað latið seg gjørt at hongt ein kross á annan tingmannin hjá miðflokkinum.

Hesir krossar hava tað ávirkan á hesi umboð, at alt sum eitur sjálvbjargni doyr í hesum menniskjum. Kvøldi fyri seinasta løgtingsval, blivu allir floksformenninir spurdir um teir ætlaðu at hækka blokkin allir søgdu nei, uttan løgmaður, hann segði ja.

Fólkafloksmjarr í hesi samgongu hevur ljóðað, tær lágu inntøkurnar gjalda lítlan og ongan skatt, og slettis ikki landsskatt, hvør livir við ikki at gjalda skatt, ikki tær lágu inntøkurnar, landið og eftirkomararnir svíða fyri teirra skattalætta fyri tey vælbjargaðu.

Inntøkurnar 250.000, 300.000 gjalda munandi hægri prosent tal enn tær høgu inntøkurnar.

Samanrenningin av flokkum sum lata seg stýra av hesum ójavnað, at tey ríku skulu gerast ríkari alt ímeðan tey, sum eru verri fyri, gerast enn verri fyri, tit hava ábyrgd, mani hasa fólkaflokshugsjónina í jørðina fyri ongantíð at vakna aftur.

William Dam

Harleyfacadeacryl