Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi vil hava løgmansembæti

John William Joensen

Tjóðveldi heldur floksting í Sandavági har formaðurin, Høgni Hoydal, gjørdi greitt at nú var stundin komin til at Tjóðveldi fyri fyrstuferð í søgu flokksins tók við landsini leiðslu, og gjørdi sostatt greitt at flokkurin eftir komandi val vil hava løgmanssessin.

Talan var í størstan mun bygd á at strámenn og útlendskur kapitalur sæta á tilfeinginum sum var ogn Føroya fólks. Formaðurin lýsti føroyska samfelagið at verða stýrt av einum fámannaveldi. Røðan var sera nógv afturlítandi og formaðurin brúkti nógva talutíð til at vísa aftur pástandir móti Tjóðveldi sum sambært honum høvdu verið til hindurs fyri at fólk høvdu valt flokkin.

Hann legði dent á at tær ákærur sum ávís landsstýrisfólk í sitandi samgongu høvdu hangandi yvir sær høvdu ikki verið ósvaraðar og høvdu sjálvandi fingið fylgir sæt Tjóðveldi við leiðsluni. ´

Flokksformaðurin tók í røðuni avstand til verandi samgongu, men lat eina hurð standa opna til Fólkaflokkin, men gjørdi tó greitt at tað kom ikki uppá tal at føra tann fólkaflokkspolitikk sum sambært honum verður førdur í dag.