fólkaatkvøðu uttan um føroyskar myndugleikar, og vil hava løgmann at svara um Føroyar eru danskur landslutur
Í fjølmiðlunum í dag fáa føroyingar og fólkavald umboð á løgtingi eina einvegis fráboðan um, at ein fólkaatkvøða skal haldast í Føroyum.
Danska stjórnin hevur av sínum eintingum útskrivað fólkaatkvøðuna, og fólkaatkvøðudagurin er settur, tí at danska fólkið skal velja síni umboð í ES-tingið sama dag.
Slíkar fráboðanir kenna vit úr samfeløgum, ið ikki hava fólkaræði, ella har fólkið ikki hevur nakran fólkavaldan stovn at umboða seg. Eftir fólkaræðisligum meginreglum er hetta burturvið og kann als ikki góðtakast.
Tjóðveldi mótmælir sjálvsagt slíkum framferðarhátti og vísir staðiliga á, at Føroya fólk hevur ongantíð givið heimildir frá sær at lóggeva ella skriva út fólkaatkvøður í okkara egna landi.
Løgtingið er elsta ting í Evropa, og Føroya fólk hevur á fólkaatkvøðu staðfest, at Føroya fólk eru sjálvstøðug tjóð og hevur fult fólkaræði í egnum landi.
Samstundis sum føroyskir politikarar á hátíðardøgum kunnu tosa um fólkaræði og um at “ongin er yvir ella undir liðini á Løgtinginum”, so síggja vit nú ein framferðarhátt, sum undirgrevur fólkaræðið í Føroyum og heimildirnar hjá Løgtinginum.
Tí verður Løgmaður spurdur, hvørt hann hevur góðkent hendan framferðarhátt, hvørjar heimildir eru fyri slíkum, og um hann ætlar at leggja málið fyri tingið.
Tjóðveldi
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
——————————-
Skrivligur fyrispurningur
til
løgmann
Um heimild at skriva út fólkaatkvøðu í Føroyum uttan um føroyskar fólkavaldar myndugleikar
1. Hevur løgmaður góðkent, at danska stjórnin skrivar út fólkaatkvøðu í Føroyum, uttan at Løgtingið hevur samtykt hetta?
2. Hevur løgmaður samskift við donsku stjórnina um hetta mál – og um so er, hvat hevur hann lagt dent á?
3. Heldur løgmaður, at tað er í samsvari við fólkaræðisligar grundreglur, at myndugleikar, sum eitt fólk ikki hevur valt, kunnu skriva út lógir og atkvøður, sum skulu galda fyri tað fólkið, ið ikki hevur valt at vera partur av hesum?
4. Hvørja heimildir hevur danska stjórnin at skriva út fólkaatkvøður í Føroyum og kann løgmaður greiða frá, nær og hvar Føroya fólk og Løgtingið hava latið eina slíka heimild frá sær til myndugleikar í øðrum landi?
5. Ætlar løgmaður at leggja hetta málið fyri tingið?
6. Heldur løgmaður, at Føroyar eru at meta sum ein danskur landslutur, har danska stjórnin eigur at hava slíka heimild?
Viðmerkingar
Í fjølmiðlunum týsdagin 10. februar 2009 fáa føroyingar og fólkavald umboð á løgtingi eina einvegis fráboðan um, at ein fólkaatkvøða skal haldast í Føroyum sunnudagin 7. juni 2009 um donsku trúnarvingarlógina.
Danska stjórnin hevur av sínum eintingum útskrivað fólkaatkvøðuna, og fólkaatkvøðudagurin er settur, tí at danska fólkið skal velja síni umboð í ES-tingið sama dag.
Slíkar fráboðanir kenna vit úr samfeløgum, ið ikki hava fólkaræði, ella har fólkið ikki hevur nakran fólkavaldan stovn at umboða seg.
Eftir fólkaræðisligum meginreglum er hetta burturvið og kann als ikki góðtakast.
Tjóðveldi mótmælir sjálvsagt slíkum framferðarhátti og vísir staðiliga á, at Føroya fólk hevur ongantíð givið heimildir frá sær at lóggeva ella skriva út fólkaatkvøður í okkara egna landi.
Løgtingið er elsta ting í Evropa og Føroya fólk hevur á fólkaatkvøðu staðfest, at Føroya fólk eru sjálvstøðug tjóð og hevur fult fólkaræði í egnum landi.
Samstundis sum føroyskir politikarar á hátíðardøgum kunnu tosa um fólkaræði og um at “ongin er yvir ella undir liðini á Løgtinginum”, so síggja vit nú ein framferðarhátt, sum undirgrevur fólkaræðið í føroyum og heimildirnar hjá Løgtinginum.
Tí verður Løgmaður spurdur, hvørt hann hevur góðkent hendan framferðarhátt, hvørjar heimildir eru fyri slíkum, og um hann ætlar at leggja málið fyri tingið.
Á løgtingi 10. februar 2008
Høgni Hoydal




