Teir báðir Edmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen, mæla frá at samtykkja uppskoti um føroyska stjórnarskipan, sum løgmaður hevur lagt fyri tingið.
Teir báðir Edmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen, mæla frá at samtykkja uppskoti um føroyska stjórnarskipan, sum løgmaður hevur lagt fyri tingið.
Tórbjørn Jacobsen, umvegis Facebook:
Úr formælinum: “Stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur, men staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp.”
Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Nú sluppu vit so, eftir øllum at døma, undan at beina fyri okkum sjálvum stjórnarrættarliga, á fyrsta sinni, nakrantíð, nú ætlingin fyribils var fyribeind, har vit skuldu atkvøða fyri, at vit eru undir danskari grundlóg og danskari heimastýrislóg – við einum hissini rætti til at siga hesar upp einaferð í ókomnum døgum.
Tað ræður nú meiri um at snikka til eina føroyska grundlóg, sum er tøk tann dagin, føroyski staturin verður skipaður.
Alt annað er samríkispolitikkur og at spæla fólk í húsi(!)
Hasum uppskotinum, hjá donsku javnaðarsektini í Føroyum, hevði eg undir øllum umstøðum atkvøtt ímóti.
Edmund Joensen umvegis Facebook:
LØGTINGSSKRIVSTOVAN: “STJÓRNARSKIPANIN” EIGUR AT VERÐA BURTURVÍST
Løgtingsskrivstovan mælir til, at sonevnda uppskotið til “stjórnarskipan” eigur at verða burturvíst, tí tað er í stríð við Stýrisskipan Føroya og Tingskipanina.
Harumframt er uppskotið til “stjórnarskipan” ófullfíggjað, m.a. tí at stórt sæð einki tulkingargrundarlag er. Sagt verður, at “stjórnarskipanin” er als ikki egnað til at vera karmur um rættarsamfelagið Føroyar í framtíðini.
Hetta átti at sagt føroyingum og Løgtinginum so mikið, at “stjórnarskipanin” er ikki brúkilig og tí, sambært løgtingsumsitingini, eigur at verða burturvíst.
At løgmaður setur seg upp ímóti hesum er púra burturvið. Hann grundgevur við einari støðutakan frá 2010, hóast vit í dag hava ár 2017. Løgmaður eigur at taka uppskotið aftur.




