Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjøldrini eru ikki enn rættuliga komin á Oyri

Oliver Joensen

 Norðlýsið hevur í nøkur ár fylgt við nær tjøldrini koma á Norðoyri hesa tíðina á hvørjum ári. Í fjør hildu vit, at vit sóu minni av tjøldrum her í økinum enn árini frammanundan, og í ár vóru bert fýra tjøldur at síggja á Oyri í dag. Vit fara tó at fylgja við komandi dagarnar. Onkur vil halda at tað minkar við tjøldrum á hvørjum ári í Føroyum, um orsøkina verður gitt, at minni av reyðmaðki er í jørðini orsakað av flatmaðkinum.

Á myndunum niðanfyri er eisini ein mynd av grælingum og ein valmásið, ið fiskaði á Borðoyarvík í dag.

Harleywoodpaint