Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjøldrini eru komin

Oliver Joensen

Ídag er Grækarismessa og tað er dagurin tá vit siga at tjøldrini koma. Men eisini mangt annað verður lagt í týdningin av hesum degi, sum vit helst fara at hoyra meira um komandi sunnudag kl. 14.30, tá Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri Grækarismessuhaldinum.

Vit vóru úti á Oyri ídag við myndatólinum og fingu eina mynd av tjøldrunum, ið júst hava stríðst seg um havi til okkara heimligu klettar. Nógv tjøldur vóru at síggja, so tey mongu ið vanliga ganga túrar at stimbra likam og sál, kunnu kanska leggja leiðina tann vegin áðrenn myrkt verður í kvøld og fáa ein færra av vári í sálina.