Longu 2. februar sást fyrsta tjalduri á Norðoyri í ár. Í morgun boðaði Absalon Matras okkum frá, at ein stórur flokkur av tjøldrum sást á bønum úti á Oyri.
Ikki kann sigast annað enn at móttøkan er so sum so, nú stormur og heglingur er tað fyrsta tjøldrini møta. Men soleiðis hevur tað helst mangan verið. Um grækarismessutíð hevur veðrið ikki altíð verið av tí besta, men tó, tjaldrið boðar okkum frá ljósari tíðum og tí er tjaldrið ein serliga vælkomin gestur.
Eini 20 tjøldur vóru í flokkinum vit sóu í morgun og í hvussu so er eitt av teimum hevði ring um beinið, sum sæst týðuliga á eini myndini niðanfyri:




