Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjørnuvík – har Risin og Kellingin prýða útsýnið

Oliver Joensen

Vit ferðast í egnum landi – Í hvussu so er, so hava møguleikarnir sjáldan verið betrið, tá ið um veðrið ræður. Vit máldu 25 hitastig tá vit fóru úr Tjørnuvík í gjár.

Vit ferðast í egnum landi – Í hvussu so er, so hava møguleikarnir sjáldan verið betrið, tá ið um veðrið ræður. Vit máldu 25 hitastig tá vit fóru úr Tjørnuvík í gjár.

Tað var sum at koma til ein útlendskan kolonihava á hægstu summartíð, at koma til Tjørnuvíkar í gjár.

Eysturættin og landsyningur eru góðar summarættir í Tjørnuvík og tað merktu vit tíðuliga tá vit komu til bygdina.

Nógvur aktivitetur var í bønum og vanliga er tað hoyroykur, ið merkist ein slíkan dag. Men hendan dagin var so hett í Tjørnuvík, at roykurin av tjøru og asvalti var ramari enn hoyroykurin.

Tjørnuvík er ein sera vøkur bygd, og í bakandi sól í gjár, vísti hon seg fyri okkum í fagrasta blóma. Og fólk vóru úti – fleiri fingust við at fáa tað seinasta av hoynum inn. Sagt varð, at tey vitstu nærum ikki um so góðan terra í nýggjari tíð. Ásbjørn Djurhuus, sum vit hittu helt, at vit skuldu heilt aftur til 1979 fyri at fáa eitt líka gott summar. Eg verið ídag liðugur við hoyggið og tað er ikki vanligt hjá mær at vera liðugur áðrenn ólavsøku, ikki er óvanligt at tað fer langt út í september áðrenn vit hava bjargað tí seinasta.

Onkur annar fekst við at smíða sær summarhús. Hann og konan smíðaðu sjálvi, og vóni er at kostnaðurin ikki fer uppum 500 túsund, tá húsini eru liðug.

Í túnum og á torgi sótu fólk og hugnaðu sær, ímeðan børnini spældu niðri á sandinum ella í ánni ella fjeppaðust uppií teim vaksnu. Stuttligt var sjálvandi hjá teimum at sleppa uppá lastina, tá bilurin var fullur av hoyggi.

Ein ótrúligur dagur í Tjørnuvík, sum sagt, eystan og landsynningur eru góðar summarættir, so tað sær út til at tey í har fara at fáa nakrar góðar summardagar afturat.

Vit lata okkara Tjørnuvíksmyndir talað: