Tað er ikki tað ting, Torbjørn Jacobsen veit og kann fortelja um, bæði av tí hann hevur upplivað – og tað er ikki so lítið – ella frá tí, hann hevur lisið, sum heldur ikki er so lítið.
Minni hevur hann gott, frásøgumaður er hann sum tikin úr leikum, og tað eisini liggur so nógv millum ”reglurnar” av tí, hann ber fram. Ja, hann kann enntá siga okkurt ”óskikkiligt” í kirkjukjallarnum, og tað ljóður sum tað er ein óskyldigur ”smádrongur”, og flenna fólk.
Tað er vónleyst at endurgeva alt vavið í frásagnunum, tí Tobbi skal upplivast!
Hann byrjaði við at seta seg á eina brík at stemma guittarin, og so fór øll at spyrja, hvat hendir nú? So byrjanin var sangurin hjá Finnboga Isaksen, ”Far lítli útum eina løtu og spæl”.
Síðani var ein rættiliga kronologisk frásøgn ella í tíðarrað, frá tí hann var føddur 7. oktober 1955 i Ærøskøbing við Marsdal, har pápin gekk á sjómansskúla.
Um dópin, sum ikki gekk stillisliga fyri seg, tí abbin, Napolion, vanliga nevndur Poli, skuldi uppkallast. Men tað vidi presturin ikki, tí hetta navnið var bannað á danska navnalistanum.
Tá var mamman góð í ráði og kom við vakrari frágreiðing um, at hetta lítla barnið í staðin skuldi eita Torbjørn – og øll vórðu glað.
Tróndur í Gøtu (uml. 945-1035) var sonur Torbjørn Gøtuskeggja og Gudruna. So meira føroyskt og ramligt fekk tað neyvan verðið.
Men tað, sum tey ikki vistu, varð, at heima í Føroyum gekk ein vándur maður, sum ikki fekk sovið í trý døgn, tí hann ikki var uppkallaður – abbin, Napolion. Men hetta legnaði seg alt við tíðini, og teir gjørdut hjartavinir.
Torbjørn kom til Gøtu sum smádrongur og búleikaðist við Gøtusand har og har um vegir. Hevði nógv ættarfólk har, so sum Gregersen´slagið. Mamman helt einaferð fyri, at tað var ikki so undarligt, at sonurin var so ”løgin”, tí hann var buldrasligur og datt ofta illani. Og sum tað ikki var nóg mikið, hevði ein barnagenta einaferð mist vognin, lítli Tobbi lá í, so hann fór út í eina á.
Drakk sprit
Sum aðrir smádreingir vildi Torbjørn vera uppí, har menninir vóru, sum var so vanligt tá. Í tí eina húsinum málar Luddi í Gøtu ein vegg við góðari sterkari, illa luktandi máling. Var málingin ov tjúkk, so lat Luddi eitt sindur av spritti úr eini lítlari fløsku uppí málingina.
Hetta varnaðist hesin lítli drongurin, og gjørdist enn meira forvitin, hvat hetta mundi vera fyri løgur. Einaferð fer Luddi uppá loftið eina løtu. Jú, nú bar til at kanna betri hesa lítlu sprittfløskuna, sum lítli drongurin so tømdi.
Tá ið Luddi kemur aftur, varnaðist hann skilið og setti himmal og jørð í bevegilsi – Við skundi við bili inn til Emmu at pumpa henda lítla dreingin út. Hetta var einasta og seinasta ferðin Torbjørn Jacobsen er útpumpaður, legði Torbjørn afturat við einum skálkasmíli.
Skúlin
Torbjørn gert nú so gamal, at hann skuldi í skúla. Hann byrjaði í skúlanum við Gøtugjógv, sum var tann heilt stóri lærdi háskúlin tá.
Men Torbjørm hevði eisini nógv viðføri við í skúlan. Hann var longu tá ein verðinsmaður og hevði ferðast meginpartin av knøttinum og siglt heimshøvini. Hetta tí, at pápi hansara, Jóan Jacob sigldi úti, og tá kundi útmynstringarnar vera 18 mánaðar og ofta væl meir enn tað.
Tí høvdu Torbjørn og mamman einaferð verið við pápanum og siglt í heilar nýggju mánaðar, har hesi lítli drongurin sjálvandi upplivdi nógv og fekk nógvan áhugaverdan førning við sær.
Hesar ferðir kundi Torbjørn ræðið greiða frá fyri gapandi smábørnunum, sum bert høvdu gingið á Gøtusandi. Tað hugtók tey sjálvandi nógv.
Hitt Che Guevara
Pápin hevði verið á Cuba fleiri ferðir við skipi – bæði fyri og eftir uppreisturin. Einaferð hevði pápin verið við til at smugla ein ”kommunist”, sum var illa sæddir í einum av Suðuramerikonsku londunum, teir sigldu til, og hjálp honum til Cuba.
Avhendingin gekk fyri seg á serstakan hátt, har ein væl vaksin bilur møtti á havnalagnum. Pápin fer í land við stakkaladýrinum, men tann fremsti maðurin, sum tók ímóti teimum, var Che Guevara.
Omman indianari
Fyri mongum árum síðan fórst eitt skip í ringum verði við Munkin. Manningin kom sær uppá Munkin, har teir vórðu sitandi í fleiri dagar, tí ikki var hugsingur um hjá fólki á landi at fara út við báti at bjarga.
Tað gekk rúm tíð til tað til endans eydnaðist at koma út á Munkin. Tá vóru allir menninir sjólátnir, uttan ein av eini serliga harðbalnari indianskari ætt, sum sat einsamallur eftir.
Hesin varð fingin til hús, har fólk tóku sær av honum. Hann var sjálvandi sera illa fyri og niðurkøldur. Lættasti máti var at fáa hann í eina song, og fyri at hjápa til at fáa hita aftur í kroppin, fór ein kvinna við uppí songina at fáa hita í henda stakkals mannin aftur.
Men so væl varð fløvað og hitað, at barn spurdist burturúr. Higani er omma Torbjørn ættað, sum eisini var røsk og harðførð – og segði abbin onkuntíð, at hon liggur altíð við ongari dýnu – Og so var aftur látur í kirkjukjallaranum.
Skipari í 20 ár
Torbjørn kláraði seg væl í skúlanum og helt eisini fram í Hoydølum til miðnám. Síðani fór hann til skips, fekk siglingstíð og fór uppá skiparaskúla saman við m.a. Hanus Hansen, Jákup Dion og øðrum klaksvíkingum við.
Í heili 20 ár hevur Torbjørn siglt sum skipari, har hann hevur upplivað nógv, lært nógv og hevur sjólívið sjálvandi sniðgivið, snarað og dreyga Tobba til ta ”stoyping”, hann er í dag.
Og sum so ofta fyrr, var tað nakað av tilvild, at hann kom uppí politik – Valdur á ting í 2002, var landsstýrismaður í fiskivinnumálum og seinni eisini í mentamálum. Hevur sitið á fólkatingi. Fór úr landspolitikki og gjørdist havnafúti í Runavík. Sitið í býráðnum og var varaborgarstjóri fyri Magnus Rasmussen. Tá ið Magnus so fer á ting í 2016, tekur Torbjørn við sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Jú, søgurnar vóru nógvar um og frá hesum áhugaverda fróðarmanni, sum dugur so væl at siga frá.
Tá ið Marjun, prestur hevði hug at takka fyri, fór Tobbi aftur eftir guittarinum og sang ein sang afturat. So vildi prestur aftur sleppa til mikrofonina. Men nei, nú skuldi Torbjørn enda við einum grønlendskum sangi. Tó at eg ikki dugi grønlendkt, ljóðaði tað rættiliga nógv grønlendskt, har tað stundum floytaði í og sungið var uppá konsonantarnar eisini.
Ein frálíka løta, sum bert kann upplivast!



































