Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tobbi: Sjúrður er Føroya størsti vingluskøltur

John William Joensen

Býráðsvalið í havn hevur broytt tónalagið millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – nú eisini á Fólkatingið. Eftir at Sjúrður Skaale flutti fram røðu á Vaglinum sunnudagin, far hann eina skorfloyngju frá hinum Fólkatingsliminum.

Býráðsvalið í havn hevur broytt tónalagið millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – nú eisini á Fólkatingið. Eftir at Sjúrður Skaale flutti fram røðu á Vaglinum sunnudagin, far hann eina skorfloyngju frá hinum Fólkatingsliminum.

TÓRBJØRN JACOBSEN (umvegis facebook):

Føroyskur politikkur er ikki so lítið avanseraður, og dagurin ídag hevur eisini gjørt hann heilt einastandandi áhugaverdan, eisini fyri okkum, sum búleikast aðrar staðir í landinum enn í høvðusborgini, nú Útvarpið sendi beinleiðis frá ervinum. Við ervið á Vaglinum ídag hevur socialdemokratiski pastorurin og Føroya størsti politiski vingliskøltur nakrantíð, SS (sum onkursvegna hevur verið fløktur uppí flestu flokkar í landinum ígjøgnum árini) hildið eina flammandi røðu fyri einum minni vingliskølti HM, (sum flutti úr Petur í Gong-flokkinum í Sambandsflokkin og síðani yvir í Javnaðarflokkin) um ein stóran politiskan vingliskølt AO, sum hevur havt trupult við at finna útav hvørjum flokki hon skal vera politikari i yvirhøvur, og sum enntá ivast í um egin persónlig undirskrift hevur nakað virði. Kanska stundin er komin hartil, at politisku flokkarnir gevast við at stilla upp til kommunuvalini og taka sær av landspolitikkinum, og lata borgaralistar og borgararnar taka sær av at stjórna kommunala geiranum í øllum lutum

Harleywoodpaint