Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, um mál ið viðvíkja støðuni í Svínoy.
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, um mál ið viðvíkja støðuni í Svínoy. Fyrispurningurin væntast at verða svaraður á tingfundinum mikudagin 02. mars 2005:
1.
Ein hálv millión krónur varð játtað til Havn í Svínoy á fíggjar-løgtingslógini fyri 2004, hvussu nógv varð nýtt av hesi játtan, og hvat varð peningurin nýttur til ?
2.
Er nakað um tíðindini, at øll mjólkakvotan í Svínoy, sum hevur verið brúkt á einum festi harúti, er um at vera flutt av oynni, og í næstum verður seld ella skal leggjast saman við aðrari mjólkakvotu í miðstaðarøkinum?
Viðmerkingar:
Samsvarandi økismenningar- og útoyggjapolitikkinum hjá undanfarnu samgongu setti táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Finnbogi Arge, Svínoynna á dagsskrá, táið hann skipaði felags alnóta samband í oynni. Svínoyingar skuldu gerast ein partur av globala meldrinum. Tað skiltist at hetta skuldi verða jarnbrotið, sum skuldi menna oynna aftur.
Síðani er smoltalingin farin fyri bakka, orsakað av ringu støðuni í føroyskari alivinnu.
Í nógv ár hevur verið róð framundir, at skuldi Svínoynni verða lív lagað, mátti farast í gongd við at menna infrastrukturella kervið í oynni. Tunnil skuldi gerast suður í Havn við tilhoyrandi havnabygging. Soleiðis at sambandið við meginøkið í norðuroyggjum gjørdist optimalt.
Peningur varð settur av á fíggjarlógini 2004 til hetta endamál. Ein hálv millión. Ongin veit um, at hesin peningur er brúktur, og í ár er ongin peningur settur av á løgtingsfíggjarlógini. Tað kann so bara skiljast soleiðis, at samgongan hevur slept Svínoynni uppá fjall og harvið slept øllum, sum bara ber brá av økismenningar- og útoyggjapolitikki.
Nú frættist so at einasta og seinasta framleiðslan yvirhøvur, verður flutt av oynni. Mjólkakvotan, ið hevur verið brúkt á festi harúti, er annaðhvørt seld ella er hon í ferð við at vera fusionerað við aðra kvotu í miðstaðarøkinum. Harvið gerst spurningurin um mjólkastuðulin aftur aktuellur, táið hann í síni tíð varð ásettur fyri at gera tað møguligt at framleiða mjólk úti í útjaðaranum.
Svínoyggin er stórsta upplandið í Norðoyggjum, og varð rætt atborið, frá almennari síðu, skuldi hon blomstrað heldur enn at doyð út, soleiðis sum rákið nú gongur. Kalsoyggin var kanska bjargað táið undanfarna samgonga setti ferjuleguna á Syðradali á dagsskrá. Svínoyggin átti nú at staðið fyri tørni, soleiðis at fyritreytirnar fyri vøkstri og menning aftur vera til staðar. Men er ongin vilji, tá er heldur ongin vón. Og tað vónina kann landsstýrismaðurin geva svínoyingum, og øllum útoyggjafólki annars – í sínum svari.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.




