Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tobbi um Tjóðveldi: Tíverri endaði alt í breyði

John William Joensen

Tórbjørn Jacobsen, umvegis Facebook: Øll, sum umboða Tjóðveldi ídag, eiga absolut onga hugsjón í sær, tey berjast í hvussu er ikki fyri nakrari hugsjón, men bara fyri sínari egnu taburett og ongum, absolutt ongum, øðrum.

Tórbjørn Jacobsen, umvegis Facebook: Øll, sum umboða Tjóðveldi ídag, eiga absolut onga hugsjón í sær, tey berjast í hvussu er ikki fyri nakrari hugsjón, men bara fyri sínari egnu taburett og ongum, absolutt ongum, øðrum.

Í viðmerking til, at formaðurin í Tjóðveldi varð noyddur at siga fólkatingssessin frá sær, fyri at finna semju innanflokka, so Magni Arge kann skifta ímillum at sita á Løgtingið og Danatingið, skrivar Tórbjørn Jacobsen soleiðis á sínum Facebook vanga:

…. Eg vænti ikki at nakar tjóðveldismaður stillar upp til danatingsval aftur eftir hetta.

Tíverri endaði alt í breyði. Bara breyði. Donskum og føroyskum. Breyðpolitikki. Og ongum øðrum. Øll, sum umboða Tjóðveldi ídag, eiga absolut onga hugsjón í sær, tey berjast í hvussu er ikki fyri nakrari hugsjón, men bara fyri sínari egnu taburett og ongum, absolutt ongum, øðrum. At Tjóðveldisflokkurin skuldi enda sum eitt arbeiðspláss hjá arbeiðsleysum akademikarum stendur valla í mát við ætlanina, at stremba føroyska statin á mál. Tit hava svikið arvin so søttliga. Parlamentarikarar og nærstandandi spunasmiðir, fyri fúlar rokningar, uppi undir liðini á hesum fyrr nevndu.

Vanlukkan hjá loysingarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, er, at tað bara skríður skært við livibreyðspolitikarum í hesum flokkinum í løtuni, og hesir forða fyri, at evsta mál floksins, Republikkin Føroyar, nakrantíð gerst veruleiki. …….. eg havinógmikið at taka mær fyri sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, m.a. við at forða Tjóðveldisflokkinum í at gera enda á kommunala demokratinum í Føroyum, sum Tjóðveldi hevur sett sær fyri at foyja burtur í sjáldsamu alliansuni ímillum Dennis Holm og Kristinu Háfoss. Flokkurin, sum var ein møguleiki, er vorðin ein trupulleiki í Føroyum.