Mikukvøldið skoraði Todi Jónsson eitt sera týðandi mál fyri felag sítt FCK á útivølli ímóti Glasgow Rangers. Hesin dystur, sum endaði við javnleiki 1-1, er tann fyrri av 2 dystum, har samlaði vinnarin fær pláss í Champions League!
Tað er ikki smávegis, sum donsku bløðini gera burturúr, nú FC Keypmannahavn mikukvøldið megnaði at fáa javnleik 1-1 á útivølli ímóti skotska Glasgow Rangers.
Málskjúttin var eingin annar enn sjálvur Todi Jónsson, sum við hesum málinum hevur givið FCK eitt gott útgangsstøði áðrenn seinna dystin millum liðini bæði, sum verður í Parkini í Keypmannahavn um 14 dagar.
Orsøkin til nógva hávan um júst hetta málið hjá Toda er tann, at hetta er dysturin um pláss í Champions League og tær milliónir, sum tann luttøkan ber í sær. Umframt ítróttaliga virðið, sum er ómetaligt, verður sagt í donsku bløðunum, at málið hjá Toda kann verða vert áleið 40 mill. krónur – tvs. um FCK megnar at halda fast í seinna dystinum ímóti Rangers.
Málið hjá Toda kom í seinna hálvleiki. Eitt gott skot við vinstra beini.
Vónandi fer hetta beinið skjótt eisini at svinga fyri føroyska landsliðið.




