Í viðtalu við Norðlýsið sigur Todi at um landsliðsvenjarin hevur brúk fyri sær so er hann klárur aftur at koma á landsliðið
– Sjálvur havi eg ongantíð, reint kropsliga, havt tað so gott sum nú.
– Eg havi verið skaðafríur leingi ðog havi heldur ikki havt nakra fipurspreinging sum eg annars havi havt stórar trupuleikar av.
– Eg havi sjálvandi gjørt mær nógvar tankar áðrenn eg tók avgerðina um at melda meg tøkan. Men hugurin at koma aftur á landsliðið hevur alla tíðina verið har og fyri meg hevur tað stóran týdning at verða eitt gott umboð fyri Føroyar.
– Tað er løgið tá ein hugsar aftur á tíðina sum eg havi verið í FCK.
– Tað sum verður skrivað um meg í donskum fjølmiðlum rørirmeg ikki, men alt sum verður skrivað um meg heima í Føroyum verður nærlisið.




