Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Todi Jónsson frystur úti úr hópinum hjá FCK

John William Joensen

Ritzau skrivar í kvøld at nú 1.deildar truppurin hjá FCK fór til Suðurafrika á venjingarlegu, slapp Todi Jónsson ikki við.
Um tit hava hug at stuðla Toda, so leggið nøkur orð í tjakið hjá Norðlýsinum og vit senda tað víðari til Toda.

Sambart tíðindastovuni Ritzau er Todi ikki í iva um hví hann ikki varð boðin við til Suðurafrika.  
"Selvfølgelig er jeg skuffet over det. Det er jo et klart signal fra klubben. Jeg vil ikke sige så meget, men sidste år ved samme tid var jeg i dårligere fysisk form", sigur Todi Jónsson til Ritzau.
Ítróttarstjórin hjá FCK, Niels-Christian Holmstrøm, roynur tó at draga í land og sigur í eini viðmerking at hann ikki sær tað sum eina útifrysting.
Saman hvat ítróttarstjórin sigur so eru baði Hjalte Bo Nørregaard og Pascal Simpson, heldur ikki bodnir við á venjingarleguna og teirra kontrakt við FCK endar samstundis sum tann hjá Toda.
Eingin viðmerking er enn komin frá høvuðsvenjaranum hjá FCK, Hans Backe.
Danski portalurin www.byenshold.dk hevur eitt kjakforum sum í løtuni væl mannað av FCK viðhaldsfólkum sum eru á gosið um viðferina sum Todi Jónsson hevur fingið