Tá vit hittu Toda á máli í morgun, sat hann saman við landsliðshópinum í hølunum hjá Tryggingarsambandinum í Runavík, har teir hvíla seg til dystin móti Malta í kvøld.
– Tað eru trí ár síðan eg seinasta spældi á landsliðnum og tí eri eg sera spentir til dystin í kvøld, sigur Todi
– Kroppsliga eri eg væl fyri tí eg havi vant í langa tíð, men tað skerst ikki burtur at dystarvenjingin vantar og tí eri eg nok ikki so skarpur í løtuni sum eg eigi at vera.
Vit eiga at vinna Malta
Todi Jónsson sigur at Føroyar eiga at vinna móti liðum sum Malta.
– Vit vilja sjálvandi koma longur fram við føroyskum landsliðsfótbólti, og tí eiga vit at vinna á liðum sum Malta, og tí er tað eingin ivi at vit í kvøld fara eftir einum sigri.
Stemningurin góður
Todi sigur at hann kennir seg væl millum hinar leikararnar og tá vit tosaðu við hann umleið kl. 9:30 sótu leikararnir og bíðaðu eftir boðum frá venjarunum.
– Í løtuni veit eg ikki um eg skal byrjað inni, men eg eri sera svangur eftir at sleppa at royna meg á føroyska tjóðarvøllinum.




