Danska blaðið Politikken skrivar á heimasíðuni, at FCK hevur um jólini gjørt avtalu við Herfølge um at leiga út føroyska landsliðsleikaran Toda Jónsson, men Todi vísir tíðindunum aftur
– Sum eg skilji so manglar Herfølge ein áleypara her og nú, og eg kann eisini vátta at teir hava verið í samband við meg, men eg takkaði nei, sigur Todi Jónsson í viðmerking.
– Eg havi hálvt ár eftir av sáttmála mínum við FCK og tí havi eg ongan skund. Eg veit heldur ikki um eg fái møguleikan at halda fram í FCK og tað ætli eg mær at tosað við felagið hjá mær um, áðrenn eg takið nakra avgerð, sigur Todi.
Spurdur um onnur feløg hava verið í samband við Toda, sigur hann at hetta kann hann ikki svara upp á.
– FCK er skrásett á danska børsinum, og tí eru øll slík mál loynilig, og vera ikki kunngjørd fyrr enn avtalur eru gjørdar.
Todi heldur eins og liðfelagar hansara jólafrí í løtuni. Teir byrja aftur at venja 6. januar.




