Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Todi kunnaði leikararnar leygarmorgunin

John William Joensen

Páll Klettskarð og hinir føroysku leikararnir í FC Amager fara vantandi allir at spæla við øðrum donskum feløgum.

Leygarmorgunin var ein lagnudagur hjá danska felagnum FC-Amager.

Todi Jónsson kom sjálvur í skiftingarrúmið og greiddi leikarunum frá støðuni.

M.a. segði hann at felagið óivað hevði megnað at koyrt fram til summar frítíðina, men sum útlitini vóru avgjørdi leiðslan at steðga her og nú.

Sjálvandi var stemningurin í skiftingarrúminum vánaligur, men hetta kom tó ikki óvanta, tí nógv tíðindi hava gingið seinastu vikurnar.

Páll Klettskarð úr Klaksvík, Hans Jørgensen av Skála og Erling Jacobsen úr Gøtu, spæla allir við danska felagnum, men sum skilst fáa teir møguleika at fara til onnur feløg á Keypmannahavnarleiðini.

Teir tríggir ganga í skúla í løtuni og skúlagongdin heldur fram sum vanligt.

Tað hevur annars gingið væl hjá føroyingunum í FC Amager og tí kom húsagangurin dátt við.

Tó er óvist um allir verða í Keypmannahavn eftir summarferiuna tí møguleikar eru eisini fyri samstarvið við feløg aðrastaðni.