Eg má siga, at eg havi ikki hoyrt so skapt, skrivar ein misnøgdur landsliðsfjeppari um undirbrotliðu framferðina hjá landsliðsvenjaranum móti Toda Jónsson
Eg havi roynt at fylgja við, um nakar har heima í Klaksvík hevur eina meining um, at landsliðsvenjarin hevur valt ikki at taka Toda Jónsson við í landsliðstruppin til dystirnar móti Sveis og Írlandi.
Eg havi ikki sæð nakað sjónarmið um hetta, so nú leggi eg bara sjálvur fyri.
Eg má beinanvegin siga, at eg klári slett ikki at fylgja landsliðsvenjaranum, tá ið hann hevur vrakað Toda til landsliðið.
Eg má siga, at eg havi ikki hoyrt so skapt.
Venjarin hevur vart seg við, at Todi er ikki førur fyri at spæla tveir dystir á 90 minuttir innanfyri fýra dagar.
Tí hevur hann ikki tikið Toda út. Hann sigur eisini, at hann er settur av FSF at fáa so góð úrslit sum møguligt.
Hetta má betýða, at venjarin ikki roknar við møguleikanum, at Todi skuldi spælt síðsta hálva tíman og so skorað mál.
Eg beit merki í orðini, sum venjarin segði, at so kundi hann havt tikið 25 aðrar spælarar út.
Stutt sagt: hvat billar venjarin sær inn. Er hann sum tann einasti í Føroyum av tí fatan, at tað ganga 25 av Toda slagnum í Føroyum???
Maðurin má hava etið bláseym í dusinvís.
Í dag havi eg lisið í Internetsosialinum, at Todi í gjár spældi 75 minuttir við eykaliðnum hjá FCK, og at hann skoraði eitt mál.
Har stóð eisini, at Todi í dag hevur vant saman við landsholdsspælarum úr Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Estlani og eisini úr Suður Afrika.
Henda úrmælingin av einum fótbóltsspælara heldur landsliðsvenjarin ikki, at vit hava brúk fyri.
Hvat er hetta fyri nakað. Um so Todi kom á krykkum til Føroya, so hevði tað verið upplyftandi fyri landsliðið og allar føroyingar, at Todi var saman við okkum.
Men tað skilir venjarin einki av.
Eg haldi, at hetta luktar for nógv av jantelógini. Akkurát upp á sama máta sum tað gjørdi, tá ið besti føroyski fótbóltsspælarin skuldi veljast.
Tá syrgdi FSF nevndin fyri, at Todi ikki bleiv valdur.
Tað gjørdu teir, tí Todi hevði givið avboð til landsliðið, tí hann var for illa fyri kropsliga.
Nú er tað venjari, sum straffar Toda. Tað tykist sum venjarin er bangin fyri, at populerasti føroyingurin í fótbólti skal taka eitt sindur av gloriuni frá honum.
Og so vil eg gjarna leggja eitt uppskot fram, áðrenn eg gevist og lovi øðrum framat.
Hevði tað ikki verið ein góð idé, um onkrir áskoðarar og gjarna úr Klaksvík høvdu ein stóran bannara við til dystin leygardagin, har tað bleiv skrivað, at vit vilja hava Toda á landsliðið??
Ein sera skuffaður landsliðsfjeppari




