Todi Jónsson, sum í nakrar dagar hevur verið í Lille í Frankaríki saman við umboðsmanni sínum, mátti aftur til Keypmannahavnar sum av torvheiðum.
Úr Danmark frætta vit, at Todi slapp ígjøgnum læknakanningina, sum hann skuldi ígjøgnum í fraklandi áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.
Men tá síðani feløgini FCK og franska fótbóltsfelagið skuldu einast um hvat FCK skuldi hava fyri Toda, eydnaðist tað ikki feløgunum at gerast samd.
Todi mátti so aftur til Keypmannahavnar, har han helst stendur frammanfyri einum plássi á beinkinum ella kanska longur úti, til hann er leysur av FCK í summar.
Einasti møguleikin sýnist nú at vera, at eitt annað danskt felag vil leggja peningin á borðið, sum FCK krevur.




