Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Todi veit einki um sína framtíð í FCK

John William Joensen

Næsta summar gongur sáttmálin hjá Toda Jónsson við FCK út, men hann veit einki um, hvussu tað verður við framtíðini hjá honum í felagnum

Todi Jónsson og liðfelagarnir eru í hesum døgum í vetrarfrí, og teir sleppa at taka sær av løttum fram til 6. januar, tá venjingin í FCK byrjar aftur.
Tá tað er farið um ársskiftið fer Todi inn í sítt síðsta hálvár av galdandi sáttmála við FCK, og tað merkir, at hann kann fara at tosa við onnur feløg um samstarv.
Vanliga plagar FCK at gera sáttmála við sínar spælarar, áðrenn tað seinasta hálva árið, men enn hevur FCK ikki boðið Toda nýggjan sáttmála.
– Eg kann ikki annað enn fyrihalda meg til fakta. Tað er, at sáttmálin við FCK er galdandi til 30. juni 2005. Hvussu tað verður eftir ta tíð, veit eg ikki. Men eingin skal ivast í, at eg eri hugaður í at halda fram við at spæla fótbólt, og at eg avgjørt einki havi ímóti, at tað eisini eftir 1. juli verður í FCK, skrivar Todi á heimasíðu sínari.

Fyrst tosa við FCK
Todi ætlar sær tó ikki at leypa fram av, hóast hann ikki veit, um FCK vil hava hann at halda fram í felagnum.
– Oftast er tað soleiðis, at FCK og spælararnir leingja sáttmálan, áðrenn tað kemur ov nær tíðini, tá ið galdandi sáttmáli fer úr gildi. Viðhvørt er okkurt undantakið. Fleiri minnast, at tað síðst ikki gekk so skjótt hjá okkum, og at tað ikki var fyrrenn í síðstu løtu, at nýggjur sáttmáli varð gjørdur.
– Reglurnar eru soleiðis, at tað er loyvt einum spælara at samráðast við hvønn hann vil, tá ið minni enn eitt hálvt ár er eftir av sáttmálatíðini. Tað vil siga, at á nýggjárinium havi eg loyvi at tosa við hvønn eg vil. Eg dugi ikki at ímynda mær annað, enn at eg fyrst fari at tosa við FCK. Vit hava valt at bíða við at tosa saman. Bæði FCK og eg mugu vita, hvussu tað fer at eydnast hjá mær at koma fyri meg aftur, eftir at eg í heyst var skaddur í tríggjar mánaðir, skrivar Todi.
– Eg havi fyrr sagt, at eg havi hug at royna venjarayrkið. Men tað havi eg ikki ætlað skal vera enn. Eg verði 33 tann 2. februar, og eg kenni tað soleiðis, at eg í hvussu so er eigi tvey ár eftir í mær sum spælari. Um tað verður í FCK ella í onkrum øðrum felag dugi eg ikki enn at siga nakað um.

Innandura og uttanlands
Todi skrivar á heimasíðu sínari, at hann ætlar sær at halda jól saman við familju síni. Hann fer at taka sær av løttum, men 6. januar fer hann aftur undir venjingina í FCK. Tann 9. januar skal hann vera við í eini innandurakapping, sum verður hildin í Brøndby
– Mær hevur altíð dámað væl at spæla innandura, men tey seinnu árini havi eg ikki verið við, tá ið FCK hevur luttikið í sovorðnum kappingum, sigur hann.
FCK plagar at fara suðureftir at venja um veturin, og soleiðis verður eisini í ár. Fyrsta uttanlandsferðin eftir nýggjár verður til Spania. 27. januar, og fram til 6. februar skal FCK á venjingarlegu í La Manga. Tveir dystir eru á skránni har niðri.
Todi spældi lítið við FCK í heyst, tí hann var skaddur. Sambært hagtølunum spældi hann bara við í fimm dystum, og bara í einum dysti var hann við frá byrjan hjá FCK.
Vónandi fær næsta hálva árið at roynast betur hjá honum.

Harleyfacadeacryl