– Tað hevur størstan týdning, at leikararnir ganga høgt upp í sína ítrótt, og tað er longu nakað, sum eg havi lagt til merkis her í Mjølni, sigur nýggi venjarin hjá besta kvinnuliðnum í Mjølni, Todor Marinov, sum hevur venjararoyndir í Bulgaria.
Seinastu 5 árini hevur 27 ára gamli Todor Marinov verið hjálparvenjari hjá einum tí besta flogbóltsliðnum í Bulgaria, so tað er ikki eitt óskrivað venjarablað, sum í vetur skal royna at fáa Mjølnir-kvinnurnar upp um silvurplássið, sum tær í fjør vetur vunnu í landskappingini.
Sunnudagin kom hann til Føroya saman við eitt nú 23 ára gomlu Zaharianu Filipova, sum skal leika við besta kvinnuliðnum. Hon leikti eisini við teimum í fjør vetur.
Fjøllini
hugtaka.
Sum so mangur annar vitjandi her á klettunum segði Todor seg verða hugtiknan av føroysku fjøllunum.
Á ítróttaligu síðuni er grundarlagið ikki enn til nakrar stórvegis forsagnir, eisini tí hetta er fyrsta ferðin, hann er í Føroyum.
Todor gav tó til kennar í vikuni, at honum dámdi væl tann hugburð, sum leikarar hansara higartil hava víst undir venjingunum.
Tá vit spurdu, um hann ikki var vanur við hægri støði enn tað føroyska, svaraði hann við at draga fram týdningin í hugburðinum hjá leikarunum.
– Fyrst og fremst er tað hugburðurin hjá leikarunum, sum ger tað stuttligt og spennandi hjá einum venjara. Tað, sum eg havi sæð higartil, vísir, at leikararnir her kunnu nógv, og at teir brenna fyri flotbóltinum.
– Tað hevur størstan týdning, at leikararnir ganga høgt upp í sína ítrótt, og tað er longu nakað, sum eg havi lagt til merkis her í Mjølni, segði nýggi venjarin hjá Mjølnir-kvinnum.




