Tógvhandilin hjá Vimu hevur fingið nýggja heimasíðu, ið eisini umfatar ein nethandil. Nýggja síðan var klár um jóltíðir, men bleiv ikki sett ordiliga í produktión fyrr enn Januar 2015.
Tógvhandilin selur nú á netinum um alt Føroyar, og eisini til onnur norðurlond.
Tógvhandilin hjá Vimu hevur fingið nýggja heimasíðu, ið eisini umfatar ein nethandil. Nýggja síðan var klár um jóltíðir, men bleiv ikki sett ordiliga í produktión fyrr enn Januar 2015.
Á nýggju heimasíðuni kunnu fólk síggja vøruúrval, bíleggja og síðani fáa vøruna senda beinleiðis til dyrnar.
“Tað er umráðandi at vera til staðar á netinum fyri ein og hvønn handil, og vit eru einki undantak”, sigur Jóannes Leivsgarð sum umsitur heimasíðuna. “Vit vildu hava eina síðu har kundar altíð kunnu síggja vøruúrval og bíleggja. Vit hava fingið eina sera einkulta síðu, uttan ov nógv roks, og eru sera væl nøgd við hana”, leggur hann afturat.
Vima Leivsgarð byrjaði Tógvhandilin í 2001 og seldi tá tógv og uppskriftir. Í dag hevur handilin ment seg til at framleiða egnar uppskriftir, troyggjur og onnur pløgg úr New Zelandskari ull.
Tann kendasta troyggja er uttan iva “Summarfestival” troyggjan, sum hvørt ár er nógv at síggja á Summarfestivalinum.
Tógvhandilin hjá Vimu hevur eisini heilsøluna av Íslendska tógvinum Lett Lopi, Einband, Álafos Lopi, Bulky Lopi o.a. sum Ístex framleiðir.
Eisini selja tey ymiskt Føroyskt tógv, og hava eitt stórt úrvæl av útlendskum tógvi.
Við nýggja nethandlinum kunnu Føroyingar um allan heimin keypa sær tógv og aðra útgerð í krevst til at binda sær eina heita góða troyggju.
Nýggja heimasíðan sæst á http://www.togvhandilin.fo




