Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Hallgerð Hansina Biskopstø

Familjan

 

Hallgerð Hansina Biskopstø

 

f.  05.06.1933 – d. 07.06. 2020

 

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara andaðist og varð jarðað.

 

Vit takka starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Heiminum við Vágna fyri góða røkt og umsorgan.

 

Takk Øssur Kjølbro, prestur, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í Christianskirkjuni.

 

Eisini takka vit hjartaliga sangarum, kirkjutænarum, organisti og gravarum.

 

Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.

 

Familjunnar vegna

Randi, Olga, Óli Hans, Hanus, Borgar, Jóngerð, Eyðbjørg og Fríðbjørg