Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu, tá ið pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Julius Sørensen
F. 28.7.1924 – d.18.5.2017
andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkini á Vallalíð, sum vóru um hann við umsorgan og hita teir síðstu dagarnar. Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hann teir síðstu tímarnar.
Vit takka Hera Joensen, presti, fyri góð orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, urguleikara, forsangarar og gravarar.
Vit takka Sólsetri, sum skipaði so væl fyri jarðarferð og ervi. Takk fyri blómur og kransar.
Takk fyri, tit, sum fylgdu Juliusi til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jákup, Annika, Sonja og Pól




