Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður , pápi verðpápi, abbi og langabbi,
Karstin Sofus Solberg Drenkstein,
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til Hanus á Gørðum og Marjum Lómaklett fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og tykkum sum hjálptu til við ervinum. Tøkk til Pól Johannesen fyri trostarrík orð í kapellinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og minnisgávur. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Signa, Elbjørg og Herman við familju




