Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøkk – Leo Joensen

Signy, Marner, Ingolf, Eyðbritt og Eirikkur

Tøkk – Leo Joensen
17. juli 1935 – 22. desembur 2016

Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, troyst, stuðul og nærveru tá vit so brádliga mistu okkara kæra mann, pápa, verfaðir, abba og langabba.

Takk til familju, vinir og kenningar, nær og fjar fyri heilsanir, uggan og troystarrík orð.

Takk til tykkum, sum møttu í kapellinum og tykkum, stóru fjøld, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Somuleiðis takk til tykkum, ið veittu eina hjálpanda hond við tí praktiska í samband við jarðarferðina og ervið og takk fyri lán av bussum og ljóðannleggi. Takk fyri blómur og kransar og takk fyri stuðulin til missiónshúsið.

Nú hamarsløg ei hoyrast meir,
nú stiðin er tær varðin,
har hamrar hvíla stillir fleir,
nú smiðurin er farin.

Nú Leo fór um evsta lið,
har fedrar undan gingu,
at leita upp hin halga frið,
sum eftir lív teir fingu.

– pmp (Norðlýsið 29/01-17)

Familjunnar vegna
Signy, Marner, Ingolf, Eyðbritt og Eirikkur.