Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk og áheitan

Hanna Jensen, F

Góðu veljarar kring landið! Eg eri takksom fyri tey 4 ár, eg varð vald at umboða mítt land og mítt fólk á Føroya løgtingi, og seinastu 5 mánaðirnir sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

Eg eri til reiðar at taka fýra ár afturat í fólksins tænastu, og vilt tú síggja meg har, so er atkvøðan einasti vegurin.

Eg havi eitt vakið eyga við øllum landinum og eitt sosialt akker í øllum arbeiðinum. Eg leggi alla mína orku til og alt mítt hjarta í, tá mál skulu loysast:

·       mál um serligan tørv

·       týdningarmikil vinnumál

·       Integratión og føroyskt mál

·       íløgur í list og mentan

·       náttúru- og umvhørvismál

·       átrokandi samferðslumál

·       Heilsumál og fyribyrging

·       Úbúgving og gransking

Eg fari eisini at hugsavna meg um loysnir fyri tey undir 67, sum í dag detta niðurímillum kommunu- og landsmyndugleika, eins og alt mítt arbeiði verður gjørt í ljósinum av, at vit skjótt skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna og valevni fyri Framsókn