Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tóku uppskotið aftur, tí at kirkjuliga landslagið ynskti tað

Helgi Abrahamsen

Sonja Jógvansdóttir ið er ein av fýra løgtingskvinnum, ið hava lagt uppskotið fram um at broyta hjúnabandslógina (saman við tveimum øðrum lógum), sigur, at tað var eftir ynski frá “kirkjuliga landslagnum” at tær valdu at taka tað eina uppskotið aftur.

Tað var uppskotið um at broyta lógina um at brúka kirkjur og um limaskap í fólkakirkjuni, ið varð tikið aftur á tingfundinum mikudagin.

Endamálið við tí uppskotinum var at fáa staðfest, at tað bert skuldu vera fólk av ymiskum kyni, ið kundu verða vígd í kirkjum ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum.

“Men tá eitt samlað kirkjuligt landslag og limirnir í løgtingsnevndunum sum arbeiða við málinum ynsktu, at uppskotið varð tikið aftur, valdu vit at gera tað,” sigur Sonja Jógvansdóttir.

Ikki vanligt í Føroyum

Hóast uppskotið er tikið aftur, sum annars skuldi forða fyri, at tvey av sama kyni kundu giftast í kirkjum, so heldur Sonja Jógvansdóttir ikki, at hetta broytir nakað í praksis.

“Fólkakirkjan hevur einki ritual fyri at gifta tvey av sama kyni, og eingin kunngerð er heldur á økinum,” sigur hon. Sonja vísir eisini á, at hóast borgarliga vígd pør kunnu signast í kirkjum, so er tað higartil bara hent tvær ferðir í Føroyum.


Sí eisini greinina Fólkakirkjan fer at kunna signa samkynd pør

.

Harleyfacadeacryl