Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøkugjaldið tekur grundarlagið undan framleiðslu

NÝTT SJÁLVSTÝRI

Nú ynskir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri at Aksel V. Johannesen, løgmaður svarar spurninginum um hvørjar ætlanir samgongan hevur til tess at tryggja, at mest møguligt av laksaframleiðsluni verður góðska og virðisøkt í Føroyum, so at vit harvið varðveita verandi arbeiðspláss og menna nýggjar úrdráttir í hesi vinnu.

Ganga arbeiðsleys orsaka av tøkugjaldinum

Sambært stjóranum á Bakkafrost, forðar tøkugjaldið laksaframleiðarum, at gera langtíðarsáttmálar av liðugvørum.

Tað sum farið er av hesum árinum hava arbeiðsfólk í hesi vinnu gingið parttíðar arbeiðsleys. Væntast kann at hendan gongdin heldur áfram, um ongi politisk stig verða tikin, at tað skal loysa seg at góðska laksin, mótvegis útflutningi av rávøru, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri m.a. í fyrispurningi sínum til løgmann.