Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tolið er uppi

John William Joensen

Sigur Jákup Jacobsen, bygdaráðslimur í Kunoyar bygdarráð, sum sigur at borgarstjórin noktar at viðgera kajina í Haraldssundi

– Eg má siga sum er at eg havi bíðja eftir at borgarar í Kunoyar Kommunu fóru at gera vart við seg.
– Eg havi arbeitt hart fyri at fáa bygdarráðið at taka málið upp, men tað hevur verið sum at slett vatn á gás.
– Hóast fleiri áheitanir er viðurskiftini á kajini í Haraldssundi ikki enn komin við á skránna fyri fundirnar í Kommunustýrinum.
– Eg havi sambært lóg rætt til at fáa málið viðgjørt í bygdarráðnum, men einki hevur enn borið til.
– Tí eri eg sum sagt fegin um at borgarar nú gera vart við seg tí so er vón fyri at okkurt fer at henda.
– Vit hava ein trolbát í kommununi og tí er tað okkara skylda at hjálpa teimum alt tað vit kunna sigur Jakup Jacobsen, bygdarráðslimur, sum vit hittu á bryggjuni í Haraldssundi í gjár.