Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toll- og Skattstova Føroya og miðsavning av almennari fyrisiting

John William Joensen

Fyrst av øllum eigur at verða nevnt, at bæði fyrrverandi og núverandi samgonga høvdu ynski um at menna bygnaðin á Toll- og Skattstovuni, sigur Óli Heinesen, stjóri á Toll og Skatt í viðmerking í samband við nógv umrøddu samanleggingarnar

Politiska ynski er og hevur altíð verið, at vit skullu hava sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu. – Almenni sektorurin er ov stórur, og vøksturin skal tálmást, er javnan at hoyra. 
Í løtuni hevur Toll- og Skattstovan 6 økisskrivstovur. Á trimum eru 10 starvsfólk á hinum ávikavist 3, 20, og  55 starvsfólk
Stórur partur av teimum manuellu uppgávunum, T&S gjørdi fyri  5 til 10 árum síðani og inntil fyri stuttum, eru ikki til longur og nógv fleiri fella burtur í framtíðini. KT- tøknin yvirtekur fleiri og fleiri uppgávur. Samskifti um alnótina økist hvønn dag og gerst alt betur og tryggari. Økjandi talgilding ger at støðugt minni tørvur er hjá fólki at møta persónliga á Toll- og Skattstovuni. Eitt nú fáa eini 70 – 80% av løntakarunum skattauppgerð stutt eftir árslok uttan at lata inn sjálvuppgávu.
Skal starvsfólkatalið minkast í smáu økjunum í mun til minkingina í manuellu uppgávunum koma tey ikki at virka nøktandi, tí ov fá starvsfólk við nøktandi fakførleika verða til uppgávurnar, ið  gerast torførari og torførari. Hetta kann ikki loysast við at seta starvsfólk við betri førleika á tey smáu økini, tí fyri tað fyrsta verða ov fáar uppgávur til starvsfólk við betur førleika, og fyri tað næsta er trupult at fáa starvsfólk, har fakliga umhvørvi ikki er av einari ávísari stødd. Úrslitið kenna vit, uppgávurnar enda til seinast í einum stað, og ikki er so trupult at rokna út, hvar tað verður. Tørvur er tí á munandi broytingum, tí:





  • økini fara ikki at kunna veita borgarum og virkjum nøktandi tænastu,


  • økjandi altjóðagerðin av føroyska vinnulívinum, herundir peningakervinum og arbeiðsmarknaðinum í heila tikið, setur størri og størri krøv til starvsfólkið á økisskrivstovunum,


  • trupult og kostnaðarmikið er at styrkja um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum, tí uppgávurnar verða ov fjølbroyttar, til at fakligur serkunnleiki kann mennast. Starvsfólk koma bert at vita eitt sindur um flestu uppgávurnar,


  • og trupult verður at fáa starvsfólk við nøktandi fakligum førleika, tí fakliga umhvørvi gerst ov lítið.

Vandin fyri miðsavning undir slíkum umstøðum gerst stórur, tí er besta loysnin hjá Toll- og Skattstovuni at menna nakrar størri deplar í landinum. Í einum landi við uml. 48.000 íbúgvum, hvar  koyrast kann um stutta tíð til allar bygdir og býir í størsta partinum av landinum, er ikki neyðugt at økja um almenna sektorin við at spjaða hann so nógv, at hann ikki kemur at virka, men endar á einum stað, hvar so til seinast at øll almenn umsiting samlast.
Úrslitið er tí, at mann hevur valt 3 økir ella deplar/kraftsentur, sum KSF hevur valt at kalla tað, Suðurøki, Miðøki og Norðurøki. Roynt verður at býta uppgávurnar millum økini, so øll hava áhugaverdar uppgávur, sum kann tiltala starvsfólk við førleika.
Valt er at leggja høvuðsskrivstovuna í Norðurøkinum í Gøtu, sum liggur rímiliga miðskeiðis í fólkaríkasta partinum í økinum, sum umfatar alla Eysturoynna og Norðoyggjar, men tá  hølir í løtuni ikki eru tøk í Gøtu, verður fyrstu tíðina  til koyrandi er um Leirvíksfjørð talan um tvær skrivstovur ein í Saltangará og ein í Klaksvík, men undir leiðslu av einum økisstjóra. Hesar skullu so leggjast saman til eina í Gøtu, tá hølir eru tøk.  sum  hevur 2,5 starvsfólk, verður verandi í Klaksvík. Tey taka sær av tí virksemi, ið er í løtuni, og økja annars fakliga førleikan við at halda  samband við kolvetnisskattamyndugleikar uttanlands, so vit kunnu taka ímóti eini komandi kolvetnisvinnu.
 
Høvuðsendamálið við bygnaðarbroytingunum er annars,



  • at broyta uppgávubýtið, soleiðis at avbjóðandi og áhugaverdar uppgávur kunnu leggjast út á øll økini,


  • at gera tað lættari at fáa starvsfólk við fakligum førleika, tí eitt fakliga sterkari umhvørvi kann skipast,


  • at hvørt øki sær skal kunna veita borgarum og virkjum eina betur tænastu,


  • at styrkja munandi um eftirlitið, sum er høvuðsuppgávan hjá T&S,


  • at lættari skal verða at førleikamenna øll starvfólkini, so tey gerast “serkøn” á hvør sínum øki, og


  • ikki minst at gera T&S til eitt betur arbeiðspláss við mennandi og avbjóðandi uppgávum.

    Sum nevnt verður um stutta tíð koyrandi líka av úr Gásadali til Viðareiði, men koyrandi verður eisini av Viðareiði til Gásadals og eisini til Havnar. Hetta bert fyri at minna tey á veruleikan, sum halda at bert verður koyrandi .
    Tað ræður tí um hjá Klaksvík/Norðoyggjum longu nú at styrkja um sambandið um Leirvíksfjørð og ikki at rópa upp um hóttan og ræðandi sentralisering bert tí at partar av eini umsiting verða fluttir 10 km. 
    Tað skal tó verða sagt, at røddir hava verið frammi, sum hava víst á Klaksvík, Leirvík, Fuglafjørð og Gøtu, sum eitt samanhangandi øki, sum nógv skilagott kann fáast burturúr, um rætti samarbeiðsandin verður funnin fram millum kommunurnar. Hví ikki taka tann táttin upp? Vit her í Klaksvík verða noydd  at síggja í eyguni, at alt øki í Norðagøtudali um stutta tíð verður ein náttúrlig miða í einum fólkaríkum øki. Stutt frá liggja bæði handils- og studentaskúli, og í Klaksvík Tekniskur Skúli við serligari miðnámsútbúgving, og ikki at gloyma eitt vælvirkandi sjúkrahús.
    Hevði tað ikki verið vert at tosað saman, og møguliga funnið eina semju millum allar kommunurnar, hvussu hetta øki við 8-9 túsund borgarum skal skipa seg bæði vinnuliga og umsitingarliga, so ikki alt endar í einum meira ella minni hurlivasa, hvar hvør roynir at draga til sín dunnuhyl við tí úrsliti, at onki kemur burturúr. Væl kann tá alt enda við, at vit fara at rópa upp um ræðandi sentraliseringar, tí tá verður flytingin av almennum stovnum 7 – 8 ferðir 10 km.
    Gamla bygningin hjá Toll- og Skattstovuni skuldi AHR hava til Vardan verkstað. Tað var ongantíð ov skjótt at fáa hendur á hesum bygningi. T&S flutti ongantíð ov skjótt út. Menn máldu upp og roknaðu út, ongin tosaði um, at bygningurin ikki kundi nýtast. Á eykajáttanarlógini í november 2003 var bygningurin fluttur til AHR, men nú umleið eitt ár seinni kann hann ikki nýtast, og sigst at hann er fluttur aftur til Fíggjarmálaráðið, sum ætlar at selja hann. Virkar heldur óskiljandi, tí serkøn fólk hava væl mett um bygningin av fyrstan tíð.
    Bygningurin er nú í so ringum standi, at neyðugt er at flyta Toll- og Skattstovuna í bygningin úti í Klaksvík. Tað hevði verið lættari fyri allar partar at flutt beinleiðis úr núverandi bygningi hjá T&S, tá tunnilin var liðugur, enn at skulla flyta tvær ferðir.
    Bygningurin úti í Klaksvík var keyptur til almenna umsiting í Norðoyggjum. Í løtuni húsast Almannastovan, Gjaldstovan og Kolvetnisdeildin hjá T&S har. Tá hann var keyptur høvdu menn óiva størri í væntu  um eina kolvetnisvinnu enn í løtuni, hvar alt er útsett nakað út í framtíðina, men ongin vandi er fyri, at almenn umsiting í Norðoyggjum ikki kann fylla bygningin, tá T&S flytir út. Kanska ráðini tá verða betur at gera bygningin lidnan og víðka um hann.
     
    Óli Heinesen