Eg havi í dag stevnt Dia Midjord, stjóra fyri Kringvarp Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og Sveini Tróndarson, tíðindamanni fyri ærumeiðing, skrivar advokaturin hjá Jørgen Niclasen í tíðindaskrivið. Samstundis boðar hann frá at …..hava tikið avgerð um at taka aftur kæru mína til Fjølmiðlakærunevndina. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki meti, at skipanin við fjølmiðlakærunevndini virkar sum hon skal. Eisini er tað ein sannroynd, at Kringvarp Føroya als ikki tykist hava nakra virðing fyri fjølmiðlakærunevndini…..

Eg havi í dag stevnt Dia Midjord, stjóra fyri Kringvarp Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og Sveini Tróndarson, tíðindamanni fyri ærumeiðing.
Undir rættarmálinum havi eg sett fram hetta høvuðskrav:
Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson verða dømd revsing fyri brot á § 267 í revsilógini gjøgnum Kringvarp Føroya og Portal.fo í tíðarskeiðnum frá 19. desember 2013 til dagin í dag, í felag og áhaldandi, at hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti mær, við at hava skuldsett meg fyri í tíðarskeiðinum frá 1988 til 1994 fyri m.a. at hava ”snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli”, at hava ”svikað við tolli”, hava ”selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar”, at hava “stýrt ótollaðu søluni”, at hava ”tilvitað brotið tolllógina”, at eg ” tilvitað skal hava áført landskassanum tap” og at eg skal hava ”snýtt mín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar” alt, hóast tey saksøktu vistu, at hesar skuldsetingar eru ósannar.
Samstundis havi eg tikið avgerð um at taka aftur kæru mína til Fjølmiðlakærunevndina. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki meti, at skipanin við fjølmiðlakærunevndini virkar sum hon skal. Eisini er tað ein sannroynd, at Kringvarp Føroya als ikki tykist hava nakra virðing fyri fjølmiðlakærunevndini.
Tað harmar meg almikið, at hetta stig skuldi gerast neyðugt. Eg eri sannførdur um, at vit í einum demokratiskum landi skulu hava eina fría pressu, sum eisini skal hava frælsi til at gera kritiskar og ágangandi sendingar um mál av aktuellum týdningi. Hinvegin kann eg ikki góðtaka, at tey saksøktu misnýta hetta frælsi til nú í næstan eitt hálvt ár áhaldandi at hava skuldsett og niðurgjørt meg fyri at hava snýtt landskassan – nakað sum eg als ikki havi gjørt.
Annars skal upplýsast, at eg ikki ætli mær at gera viðmerkingar til rættarmálið, so leingi málið liggur í Føroya rætti.
Sørvágur, tann 16. Juni 2014
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður