Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tom ”Belgiarin” fingið nýtt landsliðsstarv

Jákup Ósá

45 ára gamli Tom Sainfiet frá Belgia hevur fingið nýtt venjarastarv.

Hann er settur sum A-landsliðsvenjari hjá Gambia. Tom er í Klaksvík kanska best kendur sum ”Tom Belgiarin” frá tí, at hann var í KÍ og royndarvandi einaferð í 1990’unum. Seinni – í 2002 og 2003 – var hann høvuðsvenjari hjá B71, so hesin persónurin hevur nakað av tilknýti til føroyskan fótbólt. 

 

Tom hevur áður verið landsliðsvenjari hjá m.a. Malta, Trinidad og Tobago og Togo.