Ein javnaðarflokkur, sum er skrædnaður í límingini – heldur politiska útsølu í CHE samgonguni.
Eg havi upp í saman gjørt javnaðarveljarum greitt, at tann flokkur tey hava hildi verið ein sambands/javnaðarflokk als ikki er tað, – hann var tað kanska einaferð, men ikki longur .
At flokkurin nú er yvirtikin av fullveldisfólkið er sjón fyri søgn.,har er ongin samríkissinnaður tinglimur eftir .
Tey lyfti sum javnaðarflokkurin gav javnaðarveljarum og restini av føringum í valstríðnum við skrivið í hvørt hús beint undir valið, var, – at ongin blokkniðurskurður skuldi fremjast , tí nú var tað vælferðin og bleyt virður sum skuldu í hásæti .
At flokkurin so er drigin eftir oyrunum og hevur hildi útsølu til samráðingarnar við H & E má verða beiskt at slúka – tjóðveldi kann verða væl nøgt , teir hava fingið alt teir hava peika á.
Løgmaður samráddust uttan vilja til skilagóðar loysnir
Hvat ger man ikki fyri ein løgmanssess og eina loysingarsamgongu ??
Jú man samráðist ½ tíð (frá 10-10.30 til ca. 17 ) við teir flokkar sum vístu einum álit og lótu løgman hava samráðingarrættin, og so í nattens mulm og mørke leggur man samgonguætlanir við ørðum flokkum, – sera framtíðar álitisvekjandi má sigast.
Beinleiðis rokning uppá 200 mill til føroyska skattgjaldaran
Nú hevur Jóannes Eidesgaard selt út av løgmansembætinum – hann vil jú sita sum løgmaður fyri einhvønn prís og kostnaðurin er :
Eitt úttømt løgmansembæti, og 200 milliónir í yvirtøkum .
Uttanríkismálini og Menningarhjálpina o.a. undir ráðnum, hevur hann latið fult og heilt upp í hendurnar á Høgna Hoydal.
Man selur síðan rætt og slætt sína politisku sál , – fyri umleið 200 milliónir í yvirtøkum og løgmansembæti.
Sambandsflokkurin vildi hava ábyrgdarfullan fíggjar og búskaparpolitikk førdan
Vit ( sambandsfl. og fólkafl. ) sum fyrst samráddust við javnaðarflokkin, vildu heldur enn at tosað um at skerja blokkin , hvørt ár seta pening í ein vælferðar og sjálvbjargnisgrunn, – men tá vildi javnaðarflokkurin ikki verða við tí hetta skuldi kosta vælfer bleiv sagt !!
Vit í sambandsflokkinum vildu hinvegin tryggja framtíðar vælferðina og pensjónir við seta pening til síðis , alt meðan vit arbeiða við at fáa fleiri vinnulig inntøkubein at standa á fyri at røkka størri fíggjarligum sjálvbjargni, hetta við m.a. at gera eina ítøkiliga vakstrarstrategi- men tað vildi føroyski socialdemokratiski javnaðarflokkurin ikki , trúgv tí hvør í vil.
Minka vælferðina við 200 milliónum
Nú velja teir ístaðin at minka um vælferðina hjá føringum við 200 milliónum hvørt ár eftir hetta 4 ára skeiðið, um teir sleppa at sita so leingi, – og komað harvið at leggja enn størri byrðar á føroyska skattgjaldaran.
Ein skal hava í hugað at útyvir hesar 200 milliónirnar sum verða skerdar ( minni fruminntøka pr ár), so skulu vælferðarátøk innan skúlar,skúlabyggingar, útbúgving,heilsuverk, almannaverk og socialmál fremjast fyri milliardir , so kravið til inntøkur til landskassan er metstórt, vit hava snøgt sagt brúk fyri hvørjari krónu.
Løgmaður skyldar okkum ,at greiða frá hvar hann ætlar at finnað fígging fyri CHE ætlanunum og hvussu hann kann skerja blokkin við 200 milliónum, men ikki hevði ráð saman við A & B at seta millum 80 og 150 mill kr. um árið ístaðin í ein vælferðar og sjálvbjargnisgrunn? Teir pengarir blíva ikki burtur, men standa á konto í landsbankanum.
Floskulkent og lítið ítøkiligt samgonguskjal uttan serligan substans
Hyggur tú samgonguskjalið so er trupult at fáa eyga á hvussu komast skal til størri inntøkur fyri landið, – annað enn uppaftur meira skatt á vinnu og privatfólk við hampuligari inntøku , kapitalvinningsskattin , (kanska ognarskatt hvør veit, hóast ikki beinleiðis nevnt ?) .
Teir ætla at skaffa betur marknaðaratðgongd gjøgnum tey 4 frælsini , men aftra seg hinvegin við at latað upp fyri útlendskari arbeiðsmegi ? hvar er logikkurin?
Teir tosað framvegis um EFTA , – sum er og verður “a dead duck” og so gransking sum tann “heilaga gralin” til allar framtíðar loysnir – sera sera visjónert má sigast.
Teir vilja hava alt teir kunnu fáa frá ES og gagnnýta hetta sambandsríkið fult út við sínum møguleikum, men vilja onki geva – alt vald til Føroyar siga teir á uttanríkispolitiska økinum , í Føroyum skulu einans rættir føringar ráða , – sikken ein naivitetur má sigast.
Jú víst eru teir bæði visjónerir og altjóðagjørdir við slíkum dunnuhyljahugburði í 2008.
Teir hava ivaleyst við vilja gloymt verandi truplu støðuna hjá skipaflota okkara og virkjunum á landið, sum fleiri eru í trupuleikum fíggjarliga.
Teir hava heldur ikki lagt sær í geyma at oljuprísurin væntandi verður 150 dollarar fyri tunnuna í nærmastu framtíð og at fiskiflotin tá er í enn størri trupuleikum enn ídag, – hvørjar loysnir hava teir uppá hesir trupuleikar?
Retoriskt vælvaldu flosklarnir í hesum samgonguskjalinum eru lítið nýtiligir tá á stendur , tað fáa allir føringar at síggja.
Vælferðin er ikki komin av sær sjálvum – hon er komin í einum góðum ríkisfelagskapið saman við okkara virðismiklu arbeiðsmegi á sjógvið og landið, gloymið ikki tað tit loysingarfólk.
Hasin løgmanssessurin bleiv føroya fólkið kostnaðarmikil og innanholaður at enda, teir ( E og H) fingu roytt allar politisku fjarðarnar av løgmanni undir samráðingunum, hann stendur spillnakin og kann nú bert nýtast til at ganga runt og eta pinnamat til receptiónir her og der.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Vágur




