Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónleikafelag stovnsett í Klaksvík

John William Joensen

Í dag var stovnandi aðalfundur í tónleikafelagnum. 19 áhugaði møttu til fundar í Miðstovuni. Jógvan Andrias Joensen bjóðaði vælkomin og setti fundin.

Í dag var stovnandi aðalfundur í tónleikafelagnum. 19 áhugaði møttu til fundar í Miðstovuni. Jógvan Andrias Joensen bjóðaði vælkomin og setti fundin.

Skipað varð fyri vali av orðstýrara og skrivara. Palli Ziskason varð valdur orðstýrari, Rani skrivari.

Orðstýrarin gav orðið til Karl Martin Samuelsen, sum hevur sitið í fyrireikingarnevndini til stovnandi aðalfundin.

Karl Martin legði uppskot til reglugerð fyri felagið fram, sum fyrireikandi nevndin hevur arbeitt við. Ein og ein grein vórðu viðgjørdar og komu fleiri góðar viðmerkingar og broytingaruppskot frá fundarfólkunum.

Í stuttum kann sigast, at felagið er stovnað tann 22. februar, hevur heimstað í Klaksvík, í Dávavirkinum.

Annars var endamálsorðingin við broytingum samtykt. Reglugerðin verður í fullum líki kunngjørd her á FB.

Síðani varð farið til val av felagsins fyrstu nevnd.

Í nevndina vórðu valdir: Karl Martin Samuelsen, Rani Nolsoe og í lutakasti millum Robert Waagstein og Mikkjal Hvannastein, varð Robert valdur. Eykalimir eru Mikkjal Hvannastein, fyrstvaldur, og Hans Andrias Jacobsen