Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónleikarar stuðla KÍ

(Erik Biskopstø)

Í sambandi við stórdystin hjá KÍ sunnudagin eru tríggir sangir av nýggju KÍ-fløguni gjørdir klárir

Talan er um góðar og lívligar sangir við beat í. Grandma’s Basement hevur ein góðan orkufullan rock/punk sang, sum allarhelst verður eitt stórt hitt, og gamli rockarin Karl Martin Samuelsen hevur eisini eitt fangandi power rock lag, sum fær ein at minnast aftur á Alla nátt hjá Hjarnum. Síðst, men ikki minst, er tað Eyðun Thorgeirsson, sum hevur skrivað ein sang, ið tveir av dugnaligu Credo-tónleikarunum hava lagt til rættis og spælt. Hetta er eitt moderað rock lag. Hesir tríggir sangir verða við til at skapa stemning sunnudagin, fyrst í Maverick kl. 13.00, har Bláa Bylgja fer at hita upp til dystin, og síðani á Djúpumýri!

Annars ganga upptøkurnar til nýggju KÍ-fløguna væl. Tað eru Magni Husgaard og Karl Martin Samuelsen, sum samskipa og framleiða fløguna. Hesi løgini, sum nú eru gjørd klár, eru ljóðblandað  av Erik Biskopstø og Alvin Ellebye Andersen. Høgni Klakkstein hevur Masterað.

Í sambandi við dystin verða eisini upptøkur gjørdar av áskoðararópi og trummum. So tað ræður um at skapa góðan stemning, tí um rópini eydnast væl, so koma tey við á fløguna.
Eyðun Thorgeirsson hevur hoyrt løgini og er ovurfegin um, hvussu væl tey eru eydnað, og vónar hann, at hetta kann verða við til at styrkja moralin rundan um KÍ.

Umframt hesi rockløgini verða onnur og meira friðarlig løg eisini á fløguni. Millum aðrar tónleikarar, sum stuðla sínum liði við tónleiki, kunnu nevnast Jákup Marner Antoniussen, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Jógvan Andrias Joensen.

Hetta stóra arbeiði, sum verður lagt í fløguna, vísir bara, hvussu øll vilja standa saman um KÍ, tá ið á stendur.