Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tónleikur á Bátafestivalinum á Toftum

Fyrireikararnir

Eftir at bátarnir er komnir upp á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Fleiri framúrskarandi tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin.

Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.00, har fýra tónleikaframførslur verða.

Lokala Undirhúskórið leggur fyri, og síðan koma Herborg Torkilsdóttir, Tinganest og til seinast koma Hallur Joensen & Co og seta punktum fyri tónleikaframførslunum.

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesast HER

Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 1. mai.