Nýggj kórfløga við heitinum ‘Flóðir av ljósi’ er útkomin
Nýggj kórfløga Flóðir av ljósi er komin
Á plátufelagnum TUTL gevur Kári Bæk út fløgu við kórsangum, sum hann hevur skrivað og lagt til rættis. Tað eru kórini Skýrák við Kára Bæk sum leiðara, Tarira við Sunleif Rasmussen og Mpirivið Gorm Larsen sum leiðara, sum hava sungið teir 16 sangirnar á fløguni Flóðir av ljósi.
Sangirnir á fløguni eru skrivaðir seinastu 20 árini. Teir flestu til kór, sum Kári sjálvur hevur stjórnað, meðan aðrir eru skrivaðir til kappingar ella eru umbiðin verk. 3 av sangunum eru løg hjá Regini Dahl, sum Kári hevur lagt til rættis fyri kór.
Kamarkórið Skýrák hevur sungið flestu sangirnar á fløguni, meðan kórini Tarira og Mpiri hava sungið teir, sum kravdu størri manning enn teir 8 sangararnar, sum manna Skýrák. Hetta ger eisini fløguna fjølbroyttari at lurta eftir.
Heitið Flóðir av ljósi er úr yrkingini hjá Karsteni Hoydal Vatnið og ljósið. Tónleikurin til hesa yrking er eitt av teimum nýggju verkunum á hesi fløguni, skrivaður í 2005 til kórið Tarira.
Upptøkurnar eru gjørdar seinastu 3 árini í Fríðrikskirkjuni, í Vestmanna kirkju og í skúlahøllini í Eysturskúlanum.
Finnur Hansen og Edvard N. Debess hava staðið fyri upptøkunum. Finnur hevur ljóðblandað og Zacharias Sørensen og Kári hava verið framleiðarar.
4 av kórsatsunum á Flóðir av ljósi koma í næstum í nótaútgávu á danska tónleikaforlagnum Edition Wilhelm Hansen (WH 30694).




